Tíðindi
11.03.2025
Ein hin mest týðandi røddin innan samfelagsviðurskifti í vesturheiminum, týski sosiologurin og heimspekingurin Hartmut Rosa, var høvuðspersónur á ráðstevnuni “Resonans – Relationers betydning for samfund, uddannelse og religion”, sum danski grunnurin Emmaus skipaði fyri í døgunum 29.-31. oktobur 2024. Ráðstevnan varð hildin í gomlu háskúlabygningunum í Haslev á Sælandi. Talan var um trý yvirskipað evni. Emmy S. Joensen og Dorthe Pedersen úr Námi og Próvstovuni luttóku á teimum døgunum, sum snúðu seg um samfelag og útbúgving.
Ein serligur háskúladámur var yvir ráðstevnuni. Bygningurin, sum stendur næstan órørdur síðani 1912, gløðir av søgu og skúlamentan. Luttakarafjøldin var ein breiður skari av skúlafólkum, prestum, sosiologum, heimspekingum, sálarfrøðingum, listafólkum o.s.fr. Hvør dagur byrjaði og endaði við felagssangi úr danska háskúlasangskattinum. Skráin byrjaði við, at Hartmut Rosa legði fram, síðani var kjak í smærri bólkum, sum endaði við ítøkiligum spurningum við støði í framløguni hjá Rosa. Prátið og kjakið var heitt og lívligt og gav einum kensluna av at vera partur av einum góðum og uppbyggiligum felagsskapi.
Resonansur
Resonansur er eitt av lyklahugtøkunum í ritverkinum hjá Rosa. Hugtakið hevur Rosa úr alisfrøðini og tónleikaheiminum. Resonansur er, tá ljóð og afturkasting frá einum yvirflata ella luti verða styrkt og ávirka sveiggingarnar hjá øðrum luti, hetta verður eisini kallað viðsveigging. Í fluttari merking til menniskjaheimin merkir hetta, at resonansur tekur seg upp, tá vit flyta okkum í takt við sveiggingarnar í heiminum. Vit varnast, at okkurt “kallar á okkum”. Vit svara aftur, verða hugtikin og koma í samljóð við hetta.
Hetta er treytað av, at vit møta heiminum við opnum sinni, forvitni og við áliti, og at vit svara aftur við áhuga. Vit skulu lata okkara sansir upp og gera okkara uppmerksemi virkið, tá vit møta umheiminum. Resonansur hevur altíð við sambond at gera. Við øðrum orðum resonerar ein altíð við onkran ella okkurt.
Mótsetningurin til resonans er frástøða og fremmandagerð, at kenna seg fremmandan í heiminum og fyri sær sjálvum, og ikki føla seg hoyrdan og sæddan.
Sambært Hartmut Rosa er tørvurin stórur at skapa betri treytir fyri resonansi í seinmodernaða samfelagnum, sum Rosa rópar ferðøkingarsamfelagið. Ferðøkingin og støðugu broytingarnar, ið sermerkja okkara tilveruhátt í vesturheiminum, geva okkum ofta kensluna av, at tíðin er knøpp, og at vit skulu renna skjótari og alla tíðina optimera okkum sjálvi. Hetta hevur mistrivnað við sær, okkara sambond við heimin og við onnur menniskju tykist stokkut, kubbut og ágangandi. Vit kenna okkum tíðum fremmandagjørd fyri okkum sjálvum, hvørjum øðrum og umheiminum. Vit seta spurnartekn við meiningina í tilveruni. Serliga er Rosa stúrin um børnini og tey ungu, sum vaksa upp í einum heimi, har vónin um framtíðina stundum er rættiliga kám.
Longsulin eftir at verða rørdur og kenna seg at vera í samljóði við onkran ella okkurt, sigur Rosa, verður styrktur, jú skjótari, vit føla, at vit skulu renna.
Hvat er endamálið við útbúgving?
Mikudagin 30. oktobur snúði ráðstevnan seg burturav um skúla og útbúgving, og um hvønn týdning resonansur og relatiónir eiga at hava í skúlanum.
Sambært Rosa er týdningarmesta uppgávan hjá skúlanum at læra næmingarnar at vera í heiminum og fyrihalda seg opið til heimin. Lærarin skal vera fyrimynd og vísa næmingum vegin til resonans.
Rosa sigur, at avbjóðingin er, at vit hava vant okkum við at skapa frástøðu til heimin, m.a. orsakað av sosialu miðlunum og fartelefonunum. Eru skíggjar í rúminum, taka teir okkara uppmerksemi, og saman við fartelefonunum avmarka teir útsýnið til veruliga heimin. Kropsliga sambandið við heimin verður avbrotið. Tey flestu av okkum skulu sostatt venja okkum at merkja og uppliva fysiska heimin heldur enn at halda okkum frá honum.
Fyri nógv ung er talgildi heimurin eins veruligur og analogi heimurin. Tey ungu knýta seg til hvønn annan, tá tey eru online. Serliga algoritmurnar, ið eru ráðandi á sosialu miðlunum, bjóða okkara sambondum við veruliga heimin av. Sambært Hartmut Rosa látast algoritmurnar at skapa resonans. Algoritmurnar lova okkum resonans, um vit bert klikkja á myndir og dagføringar. Men umbroytingin hendir ikki, og tá vit varnast, at relatiónin ikki er sonn, fara vit frá resonansi til dissonans.
Kortini er Rosa ikki fyri einum skíggjaforboði í skúlanum. Hann sigur, at til ber ikki at geva eitt eintýtt svar til hetta vandamálið. Og als ikki, tá talan er um at skapa resonans í undirvísingini. Eingin kann gera seg til dómara yvir resonansupplivingum, og av tí sama gevur tað ikki meining at grundgeva fyri, at skíggjar av sær sjálvum eru orsøk til, at resonansur ikki tekur seg upp í undirvísingini.
Rosa sigur tó týðiliga, at neyðugt er at styrkja og verja fysisku samveruna í skúlanum, og at hvør einstakur lærari og skúlaleiðari eigur at hugsa seg væl um, nær og í hvørjum samanhangi skíggjar eru partar av undirvísingini. Eru teir resonansskapandi ella skapa teir fremmandagerð?
Gróðrarlendi
Resonanshugtakið eigur at verða nýtt sum ýti, tá hugsað verður um tað, ið skapar meining og virði fyri okkum menniskju, og hetta eigur serstakliga at vera galdandi fyri skúla og útbúgving. Sambært Rosa eigur skúlin at skapa gott gróðrarlendi fyri hesum.
Men hvat er gott gróðrarlendi í einum skúla?
Tað er torført at geva ítøkilig boð upp á hetta, tí resonanstilgongdin hvørki kann ella skal planleggjast. Ikki ber til at siga, hvar gongdin endar, og ei heldur altíð, nær hon byrjar, tí resonansur er ótemjandi. Resonansur er ikki nakað, vit gera. Tað er ikki ein egin kensla, tað er ein relatión, sum hvørki ber til at akkumulera ella at skunda undir.
Hetta kann ljóða sum ein andsøgn, tí hvørji stevnumið skal lærarin nýta í síni roynd at skapa resonans í undirvísingini?
Fyrsta treyt fyri at skapa resonans í undirvísingini er at skapa tryggar karmar um læringsfelagsskapin og góðu undirvísingina, sum kveikir hug og dirvi næminganna at vera virknir og taka lut í undirvisingini. Tey skulu sleppa at undrast og helst uppliva at gerast so hugbundin av t.d. onkrum teksti, uppgávu o.ø., sum ger, at tey gloyma seg burtur. Harumframt hevur tað týdning, at relatiónin millum lærarar og næmingar og næmingar ímillum er góð og trygg,
Grundleggjandi snýr tað seg um at hjálpa næmingunum at fáa tað, sum á enskum verður kallað “self-efficacy”, tað er kenslan av at megna okkurt sjálv/ur.
Sambært Rosa eru tveir hættir at fáa “self-efficacy”. Tann eini hátturin er stýrdur av og leggur dent á at røkka málum, t.d. førleikamálum og próvtølum. Hesin hátturin snýr seg um at lýsa, greina og skapa frástøðu millum seg og læringina. Hin hátturin snýr seg um umbroyting (transformatión), sum hendir, í og við at næmingarnir náa eina sannkenning. Tey fáa eitt sonevnt aha-upplivilsi, sum ávirkar teirra áskoðan og sjónarmið. Hesin seinni hátturin viðvíkur resonansi. Næmingarnir fáa høvi at vera virknir, menna sína egnu rødd og kenna seg at vera í samljóði við tilfarið, hinar næmingarnar og læraran.
Samspæl
Tað er ein sannroynd, at okkara uppmerksemi og samvera eru avbjóðað, og tí ger áhugin hjá læraranum mótvegis næmingunum og læraragerninginum allan munin. Næmingar hava tørv á fyrimyndum at virða og spegla sær í, og sum tosa eitt skilligt og týðiligt mál. Í skúlastovuni skal ljóða eitt skróv av orku og áhuga, sigur Rosa í síni bók frá 2016, Resonanzpӓdagogik – Wenn es im Klassenzimmer knistert.
Men umbroytingin merkir eisini avbjóðing og mótstøða. Næmingarnir kenna ein mótvilja móti undirvísingini ella tilfarinum, tí tað er torført og ikki so líkatil. Resonansur tekur seg upp, tá okkurt ørkymlar og kanska eisini argar. Tað er brúgvin ímillum samleikan hjá tí einstaka (tað kenda) og heimin (tað, sum er øðrvísi). At skapa samband herímillum er týdningarmesta uppgávan hjá læraranum.
Rosa sigur, at tað er ein grundleggjandi skeivleiki í okkara samfelag og mentan, at virðingin fyri vøkstri og tí, sum er málstýrt, effektivt og instrumentelt, er nógv hægri enn virðingin fyri tí relationella millum menniskju, undranini og albúgvingini, sum ikki kann temjast og er tíðarkrevjandi.
Sum menniskju tørvar okkum bæði resonans og frástøðu fyri at mennast og vera til í heiminum. Skúlin eigur at virða og skapa rásarúm fyri hesum báðum háttunum. Rosa er sostatt hvørki ímóti vøkstri, málstýring ella ferðøking, men neyðugt er við javnvág og samspæli.
Fólkaræði
Føroyska skúlaverkið, frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám, skal virka á einum albúgvandi grundarlagi. Endamálið er at búgva næmingarnar til innliving, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
Soleiðis ljóðar inngangurin til støðisnámsætlanina, sum er grundarlagið undir føroyska skúlaverkinum. Hesir fyrstu tveir setningarnar eru í samljóði við tankagongdina hjá Hartmut Rosa um resonansnámsfrøði.
Sum nevnt snúði seinasti dagurin á ráðstevnuni í Haslev seg um týdningin av religión í einum fólkaræði. Fyrilesturin tók støði í bóklingi, sum Rosa skrivaði í 2022, Demokratie braucht Religion (Fólkaræði hevur tørv á religión). Hóast vit ikki luttóku á hesum seinasta degnum, fingu vit eftir lokna ráðstevnu allar framløgurnar við telduposti.
Heitið á framløguni var “Give us a Hearing Heart – The Listening Society and the Role of Religion”. Rosa leggur doyðin á, at um fólkaræði skal vera lív lagað, mugu vit vera opin og lurtandi, bæði yvir fyri hvørjum øðrum, tí øðrvísi hugsandi og tí ókenda. Hann sigur, at fólkaræði ikki snýr seg um, hvat ein sjálvur vil, men at skilja tað virðismikla í tí, sum onnur menniskju siga. Við øðrum orðum hava fólkaræði við sær innliving, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur, júst sum tað er orðað í støðisnámsætlanini.
Møguleiki er ikki her fyri at koma nágreiniliga inn á týdningin av religión í einum fólkaræði. Nevnast skal tó, at religiónin (Rosa vísir serliga til kristindómin, hóast hugsað verður um religión yvirhøvur) eins og náttúran, tónleikur, list, bókmentir ber í sær resonans. At traðka inn í eina kirkju er at traðka inn í ein annan heim, sum hevur onnur virði enn ferðøkingarsamfelagið, sigur Rosa.
Grein eftir Dorthe Pedersen, námsfrøðiligt starvsfólk á Próvstovuni. Staðið í Skúlablaði nr 1, 2025.