Tíðindi

Hví klára gentur seg betur í skúlanum enn dreingir?

Ein heilagranskari greiðir frá muninum á heilanum hjá gentum samanborið við hjá dreingjum

16.10.2020

Christian Krog Tamnes hevur kannað fleiri 1000 myndir av heilum. Hann brúkar eitt tól, sum eigur magnetresonanstomografi (MRI). Tamnes og starvsfelagar hansara við Universitetið í Oslo leita eftir munum millum gentur og dreingir. Orsøkin er, at aðrir granskarar hava funnið stórar munir millum gentur og dreingir í skúlanum. Gentur fáa betri karakter í nærum øllum lærugreinum samanborið við dreingir. Uttan í ítrótti.

Dreingir hava størri heila

Tann størsti munurin, teir hava funnið, er, at dreingir hava størri heila, sigur granskarin. Men hesin munurin er í grundini ikki so áhugaverdur, heldur hann, tí munurin minkar, so hvørt kroppurin veksur. Tá ið granskararnir kanna myndir av heilunum hjá somu persónum í eitt tíðarskeið, kunnu teir vísa á ymiskt áhugavert. Eitt nú munir í summum pørtum á heilanum, til dømis partinum, sum eitur amygdala

Amygdala er týdningarmikil fyri okkara kenslur. Tað sær út sum, at hesin parturin av heilanum mennist seinni hjá dreingjum enn gentum.

Ymisk persónligheit

Tamnes, heilagranskari, heldur tó, at munirnir, teir hava funnið í heilanum, ikki siga alt um, hví gentur klára seg betur í skúlanum enn dreingir. Fartein Ask Torvik, granskari, er ikki bilsin yvir úrslitini, ið granskingin vísir. Hann arbeiðir við fólkaheilsu og kannar kynsmunir í skúlanum. Hann heldur, at granskarar eiga at hyggja nærri at persónligheitini hjá gentum og dreingjum. Tað er tó ikki lætt at finna spor av persónligheitini í heilanum. Tað er serliga eitt eyðkenni við persónligheitini, sum hevur nakað at siga fyri, um tað gongur tær væl í skúlanum ella ikki. Hetta nevna granskararnir tilrættalegging, tað er um tú dugir væl at rudda og skipa fyri. Her klára gentur seg nógv betur enn dreingir í persónligheitstestum.

Gentur duga betur at tosa og skriva

Terje Ogden er granskari við ein menningarmiðdepil fyri børn og ung. Hann sigur, at umframt at gentur klára seg betur, tá ið talan er um at leggja til rættis, vísir gransking, at tær eisini eru málsliga betur fyri í miðal enn dreingir. Aðrar kanningar hava víst, at dreingir klára seg betur í tí, sum á yrkismáli fatar um rúmlig hugsanarúrslit og samfelagskunning, tað er, at teir klára seg betur í tí, sum hevur við tøl at gera.

Skúlin kann gera annað

Ogden heldur, at vit eiga at hyggja nærri at, hvat tað er, sum skilir gentur og dreingir, og so eigur skúlin at leggja upp fyri tí. Hann hevur eitt uppskot:

Í skúlanum eru flestu uppgávur av slíkum slag, at tær leggja upp til sjálvstøðug svar og at loysa trupulleikar. Tá er umráðandi, at tú megnar at orða teg væl skrivliga, og tað duga gentur betur enn dreingir.

– Kanska kunnu dreingir í størri mun fáa uppgávur, har krossur skal setast við rætta svarið, og tú kanst velja millum fleiri møguleikar, heldur enn uppgávur, har tú skalt fylla út, sum seta krøv til málsligar førleikar?

Ogden heldur eisini, at lærarar og skúlin eiga at hjálpa dreingjum at læra at leggja ætlanir, vera uppmerksamir og at vera hugsavnaðir í longri tíð.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni