Tíðindi

Hví eru fáir menn lærarar?

Fyrr í tíðini sluppu konufólk ikki at útbúgva seg til lærara. Nú á døgum eru flestu teirra, sum undirvísa yngstu næmingunum, konufólk. Hvat var tað, sum hendi?

18.02.2022

Tá ið tú verður vaksin og skalt gera av, hvat fyri útbúgving tú vilt hava, veitst tú vanliga ikki, hvussu tað er at arbeiða við júst tí, sum tú hevur valt. Men tað eru undantøk. Velur tú at útbúgva teg til lærara, hevur tú í áravís sitið á skúlabeinki og sæð, hvussu hetta arbeiðið er. Hevur tú havt ein góðan lærara, kann tað fáa teg at velja lærarayrkið, tá ið tú verður vaksin.

Fáir menn gerast lærarar

Tey síðstu árini hevur bara ein av fimm, sum vilja vera lærari í grunddeildini í Noregi, verið menn, og helmingurin gevst í útbúgvingini. Tí er tað ógvuliga trupult at fáa menn at undirvísa í grunddeildini. Hetta vilja politikarar í Noregi nú gera nakað við. Teir vilja hava fleiri menn at velja lærarayrkið, og tí verður nógv kjakast um, hvussu hetta skal gerast. Men tá er tað av týdningi at vita, hví so fáir menn velja lærarayrkið. Tað hevur Runa Brandal Myklebust kannað nærri.

Fyrimyndir

Granskarar vita, at tey, sum velja at gerast lærarar, mangan eru hugtikin av lærarum, tey sjálv hava havt, tá ið tey gingu í skúla. Merkir tað so, at dreingir ikki hava havt mannligar lærarar? Hetta vildi Myklebust og aðrir granskarar hava greiðu á. Teir funnu út av, at teir dreingirnir, sum gera av, at teir vilja verða lærari, ofta hava havt ein mannligan lærara, sum hevur hugtikið teir.

– Jú færri mannligir lærarar eru í skúlanum, jú færri dømi hava børn í grunddeildini um, at menn eisini kunnu vera lærari, sigur hon.

Ymiskar væntanir til kynini

Gransking vísir, at tað mangan eru aðrar væntanir til menn enn til kvinnur, sum arbeiða í barnagarði ella barnaskúla. Fyri 1860 sluppu konufólk ikki at undirvísa í skúlanum. Tá ið tær loksins sluppu, var tað tí, at summi hildu, at konufólk høvdu serlig evni, sum kundu koma børnunum til góðar.

Í dag verður ofta sagt, at menn hava okkurt at geva næmingum, sum kvinnuligir lærarar ikki hava. Tað er ein grundgeving, sum líkist teirri, sum var brúkt, tá ið konufólk komu inn í yrkið síðst í 19. øld.

Menninir ov bangnir? 

Konufólk duga betur at vísa umsorgan enn mannfólk, verður mangan sagt. Men er tað soleiðis? Orsakað at slíkum fatanum hugsa kanska nógvir menn, at hetta er eitt arbeiði, sum hóskar betur konufólki enn mannfólki. Men tað eru eisini nakrar serstakar væntanir til menn sum kyn í barnaskúlanum, halda granskarar.

Hesar fatanirnar kunnu ræða menninar frá at velja yrkið. Menn skulu vera meiri virknir, og teir skulu duga okkurt, sum kann verða gjørt uttandura, Teir skulu duga at fara út í náttúruna við børnum og hava útiskúla, sama hvussu veðrið er. Summir mannligir lærarar, sum granskarar hava tosað við, siga, at teir halda, at hesar væntanirnar eru eitt haft um beinið. Tí tað er jú ikki soleiðis, at allir menn eru ítróttarligir.

Menn ganga meiri upp í lønina

Tá ið konufólk komu inn í lærarayrkið í 1800-talinum, fingu tær minni í løn enn mannligu lærararnir. So við og við sum konufólkini gjørdust fleiri, er lærarayrkið vorðið eitt yrki, sum er verri lønt enn mong onnur yrki. Hetta er ein av orsøkunum til, at so fáir menn gerast lærarar, halda granskararnir.

– Menn ganga meiri upp í, hvat teir fáa í løn, tá ið teir velja útbúgving, sigur Runa Brandal Myklebust.

Gentur hava verið barnagentur

Høvuðsorsøkin til, at fleiri konufólk enn mannfólk velja lærarayrkið, er, at gentur hava fleiri royndir við børnum enn dreingir, til dømis sum barnagentur. Tað ger, at tær í størri mun hugsa um at arbeiða í skúla og barnagarði og velja sær útbúgving hareftir, halda granskararnir. Tá ið menn fáa fleiri royndir við børnum, til dømis eftir at hava arbeitt í barnagarði ella frítíðarskúla, velja teir í størri mun at útbúgva seg sum lærari samanborið við menn, sum ikki hava hesar royndirnar.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni