Tíðindi
14.10.2022
Ja, hvat er tað í grundini? Tað er í stuttum arbeiði, ið einki veruligt virði hevur. Stutt sagt, spill av tíð og kreftum. Skrivaði herfyri grein til heimasíðuna hjá Skúlablaðnum um evnið, har eg nevndi tvær av hesum uppgávunum, sum við árunum eru blivnar at kalla meiningsleysar. Tað er at skriva undirvísingargongdir og ársætlanir. Arbeiði, sum fyrr hevði sín sjálvsagda rætt, men sum spakuliga við árunum er vorðið at kalla týdningarleyst.
Øll vita eitt nú, at ársætlanirnar oftast antin vera kopieraðar frá árinum frammanundan, fáast til vega frá onkrum øðrum, ella verða als ikki skrivaðar. Orsøkin til tað er helst, at lærarar ofta, við skúlaársbyrjan, eru undir stórum og minni stórum arbeiðstrýsti og vilja tí brúka tíðina til meira viðkomandi og týdningarmiklari virksemi. Eingin er ímóti ætlanum sum so. Sjálvsagt skal lærarastarvið, eins og eitt og hvørt annað starv, støðugt leggjast til rættis. Men útgangsstøðið hjá lærarum er ofta so sera ymiskt og tørvar tí tilsvarandi ymiskar ráðleggingar og ætlanir. Og m.a. vegna tíðarpress er ofta trupult at gera brúkiligar og dygdargóðar ársætlanir. Er hon ikki tað, er hon ofta betri ógjørd og eigur tí í verandi líki at fara í søguna. Vit brúka tíðina skilabetri.
Sama er við undirvísingargongdum. Endamálið við teimum var helst frá byrjan at skjalfesta alt, ið flokkarnir høvdu verið ígjøgnum upp ígjøgnum árini, helst í øllum fakum. Hetta skuldi so seinni gerast gott og neyvt grundarlag hjá próvdómara at nýta til endaliga próvtøku. Men fyri at undirvísingargongdirnar skulu hava nakað haldgott virði, mugu tær skrivast javnan gjøgnum alt árið. Ikki sum nú, har tær ofta vera skundaðar ígjøgnum við skúlaársenda, um lærugreinin er trekt sum próvtøkufak. Tá eru tær betri ógjørdar. Havi annars ta greiðu fatan, at flestu skúlar er givnir at krevja undirvísingargongdir. Verða heldur ikki kravdar til próvtøku. Tí skulu tær eisini avtakast.
Er tað serliga neyðugt hjá okkum lærarum at royna at sleppa undan tíðarspilli? kundi ein spurt. Ja, so avgjørt. Tí vit vita av royndum, at partur av okkara starvi, javnt og samt, umframt alt tað vanliga, er at taka okkum av óvæntaðum uppgávum, sum ikki kunnu liggja á láni. Uppgávur, sum taka burtur av okkara steðgum og fyrireikingartíð. Fyri nógvar lærarar føra hesar uppgávurnar til vánaligari undirvísing, yvirarbeiði og strongd. Hetta vísir stór kanning í Danmark sambært folkeskolen.dk. Skulu vit so hava pseudoarbeiði omaná, verður bara ilt verri.
Hvørjar eru so hesar uppgávur, ið javnan stinga seg upp? Sambært áðurnevndu kanning, har spurt var, hvat teir hava upplivað seinasta mánaðin, svara 51 % av lærarunum, at teir eru innkallaðir til minst eina akutta samtalu, 41 % eru álagdir at taka vikartímar, 37 % at hava eyga við øðrum flokki, ímeðan teir hava egnan flokk, 37 % missa tveylæraraskipanina, 27 % missa játtaðan stuðulslærara, og 24 % verða álagdir eyka garðvakt. Hetta eru donsk tøl og skulu tí takast við ávísum fyrivarni, men eingin orsøk er at halda, at tað stórt øðrvísi hjá okkum. Aðrar uppgávur kundu eisini verið nevndar. Hvør hevur ikki, ofta við sera stuttum skotbrái, fingið álagt at fylla skjal út um næming til onkran almennan stovn. Vit skulu minnast til, at hetta virksemið er umframt alt tað ætlaða arbeiðið. Umframt at vit í Føroyum vanliga hava longri arbeiðsviku enn lærarar aðrastaðni. Okkara ársverk er 1.800 tímar, ímeðan tað eitt nú í Danmark bert er 1.650. Gott hevði í hesum sambandi verið, um 37 tímar arbeiðsvika bleiv innførd. Tað hevði eisini lætt um hjá okkum. 1-2 undirvísingartímar færri um vikuna.
Men meiningsleyst arbeiði má so ella so halda uppat. Tí tað er bara steinur oman á byrðu. Vit hava ríkiligt at gera frammanundan.
Sjónarmið í Skúlablað nr 5, 2022, sum júst er komið.