Tíðindi

Hví brúka vit so nógva tíð á TikTok?

– TikTok leggur ikki so nógv í, hvørjir vinir tínir eru, men við algoritmum og eftirgjørdum intelligensi mátar henda appin rættiliga neyvt, hvat tú í roynd og veru gert, sigur granskari.

23.06.2023

Vit hava helst øll hugsað, at vit skulu hyggja at nøkrum videobrotum á TikTok, men so er knappliga ein tími ella so farin við tí. Og tað er júst tað, sum er meiningin. TikTok leggur seg nevniliga eftir, at vit brúka so nógva tíð sum til ber á appini.

Hvussu lata vit okkum lumpa soleiðis?

Algoritmurnar vita, hvørji vit eru

Ein algoritma er ein uppskrift í einum dátuforriti ella einari app, sum stig fyri stig skrásetir, hvussu ein uppgáva ella trupulleiki verður loystur. Til dømis tá ið tú hyggur at vangum, sum eru áhugaverdir hjá tær at fylgja. Algoritman hevur fingið uppgávuna at finna hesar vangarnar, tí teir líkjast teimum vangunum, sum tú longu fylgir. Á Facebook, Instagram, YouTube, TikTok og á øllum internetinum eru algoritmur.

Men TikTok líkist ikki heilt sosialu miðlunum.

– Hví dámar børnum og ungum TikTok?

– Tað er ein máti at brúka tíðina, samstundis sum tað ikki setir nøkur krøv til tín. Tú skalt bara hyggja at videobrotum. Og tað er stýrt av áhugamálum, sigur Vilde Schanke Sundet, miðlagranskari við ung.forskning.no.

– Tað hevur eisini nakað við okkara vanar at gera. Um tú ert vanur at hyggja at stuttum brotum á TikTok, so verður ein sjónvarðsrøð á 30 minuttir ógvuliga long.

Hvat brúkar tú TikTok til?

Á Instagram fylgir tú kanska vinum og ávirkarum. Á Facebook hevur tú tiltøk, føðingardagar og familju, sum tú savnar teg um. Snapchat brúkar tú til at tosa við vinir. Men hvat brúkar tú so í grundini TikTok til?

Tú hevur kanska ikki so nógv samband við vinir og familju á TikTok, og tú fært kanska ikki so nógv videobrot frá teimum, sum tú fylgir. Og tað er kanska júst tí, at TikTok er so væl umtókt.

Í Noregi eru tað 1,26 milliónir fólk eldri enn 18 ár, sum brúka TikTok. Tað er 30 prosent av øllum vaksnum í landinum. Samanborið við 2020 var tað bara 14 prosent.

Men TikTok er enn best umtókt millum ungfólk. 70-80 prosent av teimum millum 12 og 19 ár siga, at tey brúka tað hvønn dag, vísir ein kanning. Eitt, sum algoritmurnar duga sera væl, er at síggja, hvat tú hevur áhuga í. Algoritmurnar síggja, hvat tú brúkar eyka nógva tíð til, og tær finna eisini innihald, sum líkist.

– TikTok leggur ikki so nógv í, hvørjir vinir tínir eru, men við algoritmum og eftirgjørdum intelligensi mátar henda appin rættiliga neyvt, hvat tú í roynd og veru gert. Tí kemur TikTok at kenna teg og ymiskt um teg rættiliga væl, eisini ymiskt, tú ikki visti um teg sjálvan, sigur Vilde Schanke Sundet.

– Hetta ger, at nógv verða ógvuliga bundin av TikTok, eftirsum at tú fært akkurát tað, sum tær dámar at síggja.

Venja algoritmurnar sum hund

Onkuntíð raka algoritmurnar ikki. Kanska fyrstu ferð, tú tendrar fyri TikTok, so eru øll videobrotini ikki líka áhugaverd. Men so hvørt, sum tú brúkar TikTok, fer appin at kenna teg betur og betur. Og eftir eina tíð veit TikTok akkurát, hvat fangar teg.

– Fleiri siga, at algoritmurnar verða vandar á sama hátt, sum tú venur ein hund. Um eg brúki nógva tíð til appina, lærir hon meg betur at kenna, og so fái eg eisini innihald, sum passar til mín, sigur Sundet.

«Sludge» á TikTok­­­­­­

Hevur tú sæð eitt video á TikTok, sum hevur tvey video í sær? Eitt klipp úr eini sjónvarpsrøð og eitt klipp við onkrum, sum spælir við slím til dømis? So hevur tú hugt at einum, sum eitur «sludge»-innihald. Hetta verður eisini nevnt The Family Guy pipeline, júst tí at klipp úr animatiónsrøðini Family Guy er ógvuliga væl umtókt í hesum videobrotunum.

– Hví er hetta innihaldið so vælumtókt nú?

– Hetta er á ein ella annan hátt algoritma á sama hátt sum rúseitur er, tí TikTok tjenar nógvar pengar uppá, at tú brúkar tíð har, og tey, sum gera innihald, tjena pengar uppá, at tú hyggur at teirra video. At tað eru tvey video, ger, at tú hevur tvey at fylgja við í, og tí brúkar tú meiri tíð upp á appina, sigur Sundet.

– So tvífalda tey sannlíkindini fyri, at tú ikki skrollar víðari.

– Er tað fyri at lumpa okkum at fylgja teimum eitt sindur longur?

– Eg haldi í øllum førum, at tað er eitt gott hugskot at spyrja seg sjálvan, hvør tað í grundini er, sum tjenar upp á hetta. Er tað tann, sum hyggur, ella er tað TikTok, ella tey, sum gera videobrotið?

– Tað eru eisini tey, sum undrast, um hesi videobrotini verða gjørd av robottum. Um so er, so er hetta bara eina pengamaskina. Um tað eru 500 slíkir robottar, sum blaka video út á netið, so er skjótt, at talan er um nógvar pengar.

Bundin av TikTok

– Hvørjar eru avleiðingar av, at tú verður bundin av TikTok?

– Tað er stórt kjak nú á døgum um skíggjatíð, sum eg rokni við, at nógv foreldur kenna seg aftur í. Og tað er ikki bara TikTok, tí skíggjar eru alla staðni. Í barnagarðinum, skúlanum og heima. Tað, sum er gott við TikTok, er neyðturviliga ikki gott fyri barnið. Tað, at vit brúka nógva tíð á appini, er sera gott fyri TikTok, men ikki bara gott fyri brúkaran. Eg skilji væl, at nógv eru stúrin um, at nógv tíð verður brúkt.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni