Tíðindi
16.02.2023
Í samgonguskjalinum stendur at lesa, at regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans. Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, setti mikudagin landsstýrismanninum við barna- og útbúgvingarmálum, Djóna N. Joensen, munnligan fyrispurning, har hon spyr, hvat hann ítøkiliga ætlar, tá ið talan er um eftirútbúgvingar og ískoytisútbúgvingar av lærarum. Spurningarnir vóru: Kann landsstýrismaðurin kunna um, hvørjar ískoytis-og eftirútbúgvingar fólkaskúlalærarar skulu hava fyri at røkja uppgávur í førleikastovunum kring landið? Eru førleikastovurnar mannaðar við lærarum, sum hava neyðugu førleikarnar at røkja serøkini? Og arbeiðir landsstýrismaðurin við eini ítøkiligari ætlan at seta eftirútbúgving av fólkaskúlalærarum í gongd eitt nú orðblindalærarum, lesivegleiðarum og serlærarum?
Djóni N. Joensen svaraði, at førleikarnir, sum lærarar, ið manna førleikastovurnar, hava, eru lýstir í ymsum kunngerðum. Talan er um orðblindalærarar, lesivegleiðarar, støddfrøðivegleiðarar, AKT-lærarar, SSP-lærarar, serlærarar og lestrarvegleiðarar.
- Vit hava í dag 41 fólkaskúlar við í alt 24 førleikastovum. Sjey teirra hava tilknýti til smærri skúlar, sum onga førleikastovu hava. Allar førleikastovurnar eru mannaðar við viðkomandi førleikum, tær allarflestu leiklutirnir verða útintir av starvsfólki við viðkomandi eftirútbúgvingum. Tó eru ávís øki í landinum og ávísir skúlar, sum vanta ella skjótt fara at vanta fólk við eftirútbúgving, millum annað tí at fleiri fara frá vegna aldur, og tí at tað ikki hevur verið raðfest í politisku skipanini at seta fólk við. Eftirútbúgvingarnar hava sum meginreglu bert verið bodnar út eina ella tvær ferðir. Til dømis fingu 32 prógv sum lesivegleiðarar í 2010, og í 2020 vóru 17 lesivegleiðarar eftir í starvi.
Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við at gera eina strategiska ætlan, tá ið talan er um eftirútbúgving av fólkaskúlalærarum. Tað vil eitt nú siga, at ein tørvsætlan verður gjørd. Ein arbeiðsbólkur, sum er mannaður við fólki av Fróðskaparsetrinum, Námi, Undirvísingarstýrinum og Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, skal gera ein leist, sum hevur til endamáls at skipa eftirútbúgvingarnar í eina fasta legu.
- Vit leggja upp til við jøvnum millumbilum at eftirútbúgva lærarar, soleiðis at vit nøkta tørvin á fakkunnleika í framtíðini. Vit skulu raðfesta, hvørjar eftirútbúgvingar skulu setast fyrst á skránna alt eftir, hvør størsti tørvurin er. Vit hugsa fakbólkar sum serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar, støddfrøðivegleiðarar, flokslærarar, skúlaleiðarar, kt-vørðir, AKT-lærarar og so framvegis. Hetta verður lagt í fasta legu, og játtan verður sett av. Eg eri samdur við teimum, sum siga, at vit eiga at seta tíðliga inn, tá vit síggja trupulleikar við til dømis orðblindni og øðrum. Betur fáa vit hjálpt børnunum.
Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna, hevur læraraútbúgving og eftirútbúgving sum orðblindalærari frá 2010. Í viðmerking til munnliga fyrispurningin segði hon, at tað kemur tíverri ofta fyri, at børn og ung detta niðurímillum í okkara skúlaskipan, tí tey ikki fáa røttu hjálpina nóg tíðliga. Orsøkin er helst, at økið hevur verið niðurraðfest av myndugleikunum. Í dag verður t.d. sagt, at uml. 11% av fólkatalinum stríðast við orðblindni, og hesi høvdu havt gagn av at fingið ta røttu hjálpina so tíðliga sum gjørligt. Orðblindni er ein lívlangur trupulleiki, men við góðum stuðli og tøkniligum møguleikum fær ein orðblindurmøguleika fyri at nema sær fleiri útbúgvingar enn annars.