Tíðindi
02.11.2021
Enn er kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál og móðurmálsundirvísing so nýggj, at vit ikki rættiliga hava sæð virknaðin av henni. Hon kom í oktober í fjør, so verandi skúlaár er fyrsta skúlaárið, ið skúlar kunnu leggja upp fyri henni og arbeiða sambært henni. Í Undirvísingarstýrinum vilja tey vita, hvussu skúlarnir leggja undirvísingina í føroyskum sum annaðmál til rættis, hvussu teir skipa hana, og hvørjar royndir teir hava gjørt sær fyribils. Tí hava tey biðið skúlarnar boðað stýrinum frá skrivliga, hvat teir gera. Enn hava allir skúlar ikki boðað frá.
- Vit eru spent at hoyra, hvat skúlarnir hava sett í verk ella ætla at seta í verk; um teir hava eina felags fatan av, hvussu teir best skipa undirvísingina, ella um tilboðini verða ymisk, sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum.
Kunngerðin gevur skúlunum rættiliga fríar ræsur at skipa undirvísingina soleiðis sum teir vilja, og at teir kunnu loysa avbjóðingina í samráð við orkuna, teir hava á staðnum. Í Undirvísingarstýrinum eru tey tó til taks at vegleiða og ráðføra.
- Vit hava havt samskifti við einstakar skúlaleiðslur, og vit hava vegleitt onkrar. Skúlarnir hava ógvuliga ymiskar avbjóðingar; tær kunnu spenna víða, eisini út um tað, sum hevur við skúla og undirvísing at gera; summir hava fáar næmingar, sum eru tilflytarar, summir nógvar, men tað vit hoyra mest um, er, hvussu torført tað kann vera at undirvísa eldri næmingum, sum koma til landið og einki duga av føroyskum og har foreldrini hava trupult við at samskifta á føroyskum ella enskum. Tað er eingin ivi um, at tað kann vera truplari at fáa ein 14 ára gamlan tilflytara at støðast og falla til í Føroyum samanborið við ein yngri næming og at geva viðkomandi eina nøktandi undirvísing, ikki bara í føroyskum. Tíðarbilið at undirvísa eldri næmingum í føroyskum er sjálvsagt eisini styttri. Í summum skúlum er avbjóðingin, at talið á børnum, sum eru flutt til, er stórt í lutfalli til samlaða næmingatalið í skúlanum. Eru 5 av 30 næmingum tilflytarar, so sæst tað betur og fyllir meiri, enn um tað er 5 av 200. Tað er eingin ivi um, at í summum skúlum er avbjóðingin størri enn aðrastaðni. Tíð og tímar loysa ikki allar trupulleikar, men teir eru sjálvsagt neyðugir, um vit skulu kunna skipa tilboð. Vit í Undirvísingarstýrinum eru eisini skúlum til hjálpar at finna aðrar skúlar at samstarva við um næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Har mugu vit hyggja at læraraførleikunum at undirvísa í føroyskum sum annaðmál; tað sigur seg sjálv, at næmingarnir fáa meiri burturúr, um teir kunnu vera partur av einum næmingahópi, sum fær undirvísing í føroyskum sum annaðmál.
Tað var eitt stórt framstig, tá kunngerðin um undirvísing í føroyskum sum annaðmál var lýst í fjør, heldur Hjalmar Hansen. Kunngerðin tilskilar endamálið við undirvísingini, málbólkin, hvussu undirvísingin kann verða løgd til rættis og skipað, og hvussu umsóknin um tímar eigur at verða greinað.
- Tað er upp til skúlarnar at skipa undirvísingina fyri næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Eins og smáu skúlarnir brúka førleikastovurnar í teimum stóru, kann hugsast, at teir eisini samstarva við stóru skúlarnar um undirvísing í føroyskum sum annaðmál.