Tíðindi
06.01.2023
Tað er tørvur á eini skipan, sum betur megnar at hava eyguni við, um tiltøkini, ið verða sett í verk á barnaverndarøkinum í kommunum í Noregi, eru nóg góð. Tað heldur granskari við Universitetið í Stavanger.
Sambært almennum leiðreglum í Noregi kann eitt barn, sum vísir tekin um mistrivnað í eitt tíðarskeið, geva ábending um, at tað livir í eini vandastøðu. Sama er galdandi, um barnið knappliga broytir atferð. Fleiri eftirlitsfrágreiðingar, sum byggja á gjøgnumgongd av nógvum barnaverndarmálum, vísa, at børn og ung ikki fáa hjálp og stuðul nóg tíðliga, og at tað, sum verður sett í verk, ikki er nóg væl samskipað. Tiltøk kunnu vera sett í verk bæði í skúla, heilsutænastum og barnavernd. Granskarar í Stavanger hava saman við tveimum kommunum í Rogalandi sett í verk átakið Betri tvørfakligur innsatsur – á norskum stytt til BTI. Saman royna tey at loysa avbjóðingarnar, sum eru, tá ið talan er um trivnað hjá børnum og ungum.
Álagt at handla, tá eitthvørt er fráboðað
BTI fevnir um allar tænastur í kommununum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis arbeiða við børnum og ungum. Tað er álagt starvsfólkunum í tænastunum at handla, um stúran er um eitt barn, sama hvør støðan er. Tað kann snúgva seg um lívsstøðuna, heilsuna, trivnaðin í skúlanum ella onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á barnið. Fleiri kommunur hava sett BTI-átakið í verk, soleiðis at børn, ung og familjur teirra fáa hjálp so tíðliga til ber.
– Átakið verður lýst at vera tvørfakligt samstarv, og í tí eru amboð, sum kunnu verða brúkt at varnast ymsar trupulleikar hjá børnum og ungum, sigur Anne Schanche Selbekk, granskari við Universitetið í Stavanger.
Amboð og ávirkan
Týðandi í átakinum er, at øll barnaverndartiltøk í kommununi verða samskipað.
Samskiparin hevur uppgávuna at útgreina uppgávurnar og mannagongdirnar og hevur eisini ábyrgdina av tilgongdini á ymsu stigunum. Eru starvsfólk stúrin um eitt barn, kann samskiparin seta ymsu stigini í tilbúgvingini í verk fyri at leggja upp fyri, at málið verður kannað. Í teimum førum, har tiltøk verða sett í verk, verður ein stafettloggur settur í gongd í samstarvi við foreldrini. Í logginum verða fundir skjalfestir, eins og tiltøk og metingar, sum eru gjørd. Har sæst eisini, hvørjir stovnar og persónar eru partur av málinum, og hvørjar uppgávur teir hava. Loggurin verður gjørdur í samráð við foreldrini, og hann tryggjar, at allar royndirnar, sum verða gjørdar, verða skjalfestar. Tann, sum hevur ábyrgdina at samskipa málið, verður nevnt stafetthaldarin, og viðkomandi skal syrgja fyri, at avgerðirnar verða fylgdar upp og virka við til, at familjan fær eina heildarhjálp.
– Málið er at tryggja ein samskipaðan innsats, serliga í teimum familjum, sum stúranin snýr seg um, uttan at uppfylgingin verður brotin, sigur granskarin.
Vilja broyta praksiss
– Vit vilja vita, á hvønn hátt og í hvønn mun átakið, ið vit hava sett í verk, broytir praksiss í kommunalu tænastunum, og um henda praksissn hevur við sær, at børn, ung og familjur teirra fáa tað betri, sigur Schanche Selbekk.
Hetta verður gjørt við at brúka tað, sum granskararnir nevna fyri aksjónsgransking sum grundarlag at menna tænasturnar.
– Hetta er ein máti at hugsa gransking, sum liggur tætt at praksiss, har vit royna at finna loysnir saman við teimum, sum vit granska. Dialogur og samstarv millum granskarar, starvsfólk í kommunum og íbúgvar er ein týðandi partur í granskingartilgongdini, sigur hon.
Eitt av háttaløgunum hevur verið at hava fokusbólkar við starvsfólki í barnagørðum, skúlum, deildarleiðarum í heilsutænastum.
Frá magakenslu til handling
Lítil børn eru stóran part av degnum í barnagarði. Hetta ger barnagarðin týðandi í arbeiðnum at fyribyrgja og at koma tíðliga inn í mál, har stúran er um eitt barn.
– Starvsfólk í barnagørðum lýsa gongdina sum at fara frá eini støðu, har bíðað verður eftir at okkurt fer at henda, til nú, har BTI er sett í verk. Tey halda, at tey hava ein týðandi leiklut, tá ið talan er um at síggja børn í vandastøðu og seta inn tíðliga, men tey siga eisini frá, at tey mugu banka á nógvar hurðar fyri at fáa hjálp til børn, sigur Schanche Selbekk.
Hon greiðir víðari frá, at starvsfólk í barnagørðum halda, at barnagarðar kunnu gera nógv, um teir fáa eitt sindur av hjálp. Starvsfólkini vilja tí hava størri samstarv við kommunalu tænasturnar, soleiðis at børnini fáa ta hjálp og stuðul, teimum tørvar.
Lærarar tunga ábyrgd
Lærarar eru eisini saman við børnum hvønn dag. Teir hava eina stóra ábyrgd av næmingunum samstundis sum teir hava nógvar samansettar uppgávur. Børn og ungfólk vilja tosa við lærararnar, men nógvir lærarar halda, at teir hava ov lítla tíð til júst tað.
– Lærarar halda, at arbeiðsdagurin røkkur ikki til. Teir eftirlýsa tí meiri tíð til at samskipa átøkini, sum verða gjørd í skúlanum, og teir halda, at flokslærarar hava eina stóra ábyrgd, sigur hon.
Bæði starvsfólk í barnagørðum og skúlum leggja dent á, at samskiftið við foreldur er avgerandi fyri at kunna seta tiltøk í verk. Ein lærari segði, at hann fær positiva afturmelding frá foreldrum, tá lærarar umrøða leiklutin hjá foreldrum sum samstarvsfelagar.
– Vit eiga børnini í løgum
Leiðarar í kommunum viðurkenna leiklutin og týdningin, teir hava, tá tænastur tvørtur um geirar eru partur í málum, og at teir hava ábyrgdina at síggja til, at mál verða fylgd upp.
– Í samrøðum verður týdningurin av at tosa um barnsins besta lýstur, í staðin fyri hvør skal rinda. Teir halda, at hetta er ein yvirskipað felags leiðsluábyrgd, og at teir eiga børnini í løgum, sigur Selbekk.
Kortini hava kommunurnar upplivað avbjóðingar við, at átøkini, sum verða gjørd, ikki eru nóg munadygg, og at skipanir tvørtur um tænastur ikki tosa nóg væl saman.
Átakið kann gera mun
Selbekk sigur, at átakið BTI er dømi um tað, sum starvsfólk hava eftirlýst: eina skipan, sum ger, at átøk og uppfylging ikki eru tongd av ávísum persónum.
Selbekk leggur eisini dent á, at starvsfólki tørvar upplæring og tíð at seta seg inn í, hvussu amboðini, ið verða brúkt í átakinum, eiga at verða brúkt.
– Átakið ger, at øll arbeiða fyri sama mál. Summi starvsfólk stúra tó fyri, at hetta bara verður enn ein skipan, sum leggur byrðar á fólk í staðin fyri at lætta um.
Kelda: forskning.no