Tíðindi
03.04.2017
Á skeiðnum verða fýra fyrilestrar. David Mitchell, ið er inklusiónsgranskari, fer í fyrilestri sínum at seta eina røð av átrokandi og viðkomandi spurningum, sum lærarar og í heila tikið yrkiskøn innan útbúgving eiga at grunda yvir, meðan tey líta inn í framtíðina við nýskapandi læruumhvørvi:
*Hví eiga vit at seta prís uppá ymiskleika og mannarættindi?
*Hvussu kann inkluderandi undirvísing lagast til fjølbroytni?
*Hvussu røkka samfelagsins krøv/væntanir um samfesti og samljóð inn í viðurskifti hjá fólki, sum eru øðrvísi?
*Hvønn týdning hevur ymiskleiki, mentanarliga og søguliga?
*Eiga vit innan undirvísing og útbúgving at herða, skilja burturúr, avmarka ella møguliga síggja burtur frá ymiskleikanum?
David Mitchell er m.a. PhD frá University of Manchester, Onglandi og MA frá University of Canterbury, Nýsælandi.
Annar fyrilesturin verður við Finni Jensen, dekani á Glasi; hann fer at røða um útbúgvingarmøguleikar í og eftir miðnám hjá teimum ungu og vegurin til hesar. Valmøguleikar, eginleikar, fyritreytir, førleikar, áhugi, útbúgvingarmøguleikar innan tað akademiska og tað meira yrkisliga, hvar eru starvsmøguleikar eftir útbúgving? Skal miðnámsútbúgving verða eitt krav - skúlaskylda í 11 ár t.d.? Krevjast serligir eginleikar hjá teimum, ið ætla sær akademiska vegin? Hevur Glasir tilboð á hædd við hini Norðurlondini til teirra, ið hava yrkisligan / handverksligan áhuga? Meistaralæran her á landi í mun til donsku/svensku skipanina? Hvat kundi fólkaskúlin gjørt betri, sæð við tykkara glarum? Hvat kundi fólkaskúlin gjørt betur, sæð við tykkara glarum, til tess at nøkta áhuga / tørv við viðkomandi og tíðarførdum útbúgvingarslóðum teirra ungu og komandi ættum.
Finn Jensen er m.a. útbúgvin HD í Roknskapi við Århus Universitet og cand. merc. aud við Århus Universitet.
Triði fyrilesturin verður við Mariusi Thomassen, ráðgeva í Vinnuhúsinum innan handverk og KT; hann fer at røða um útbúgvingarmøguleikar innan handverks- / vinnuøkið hjá teimum ungu og vegurin til hesar, valmøguleikar, eginleikar, fyritreytir, førleikar, áhugi, tað meira hand-/yrkisliga, hvar eru starvsmøguleikar eftir útbúgving? Eru útbúgvingarmøguleikar innan tað akademiska eftir handverksútbúgving? Skal miðnámsútbúgving verða eitt krav-skúlaskylda í 11 ár td? Krevjast serligir eginleikar hjá teimum, ið ætla sær hand-/yrkisliga vegin? Eru samansett tilboð til teirra, ið hava yrkisligan / handverksligan og meira lestrarkendan áhuga? Meistaralæran her á landi í mun til donsku/svensku skipanina? Hvat kundi fólkaskúlin gjørt betur, sæð við tykkara glarum, til tess at nøkta áhuga/tørv við viðkomandi og tíðarførdum útbúgvingarslóðum teirra ungu og komandi ættum.
Marius Thomassen er útbúgvin Master of International Relations and Diplomacy frá Bond University í Avstralia og B.A. frá Aalborg Univeristet í altjóða studium og sponskum máli.
Skeiðið endar við, at Sigri Gaini, lærari og cand ped, heldur fyrilestur um ein dreymabarnaskúla - sæð við hennara eygum, við hennara bakgrund – ein grundskúli fyrireikandi til modernaða altjóða samfelagið? Hvat vantar í dagsins barnaskúla? Hvat krevst í morgin, hvat kann sannlíkt hugsast í framtíðini?
Sigri Gaini er utbúgvin lærari 2009 frá Føroya Læraraskúla og cand. ped. í heimspeki 2013 frá Aarhus Universiteti.
Skeiðið verður á Frælsinum í Havn mánadagin 1. mai 2017 kl. 09.30–15.30