Bloggur
03.04.2019
Vit hoyra dag og dagliga um, at foreldur í dag eru curling-foreldur, tey gera ov nógv fyri síni børn, m.a. tí tey hvørt vikuskifti liggja og koyra kring landið, tí børnini skulu til ítrótt o.s.fr. Og oftast verður hetta ikki sagt í einum góðum og skiljandi tónalagi, men meira eitt sindur hartandi ella so. Hetta kann eg partvíst taka undir við, men eg hugsi, at hetta kanska hjá nógvum er neyðugt fyri at fáa familjulívið at ganga upp? At hetta eru teir tímarnir, man kann loyva sær bara at vera saman við sínum børnum, tí at allar hinar dagarnar hevur man so gott sum ikki tíð til at vera foreldur?
Okkara samfelag er onkursvegna innrættað soleiðis, at børn eru eitt haft um beinið hjá foreldrum. Ikki tí foreldrini ynskja tað so, men tí at arbeiðspláss, lærustovnar o.s.fr. ofta ikki taka fyrilit fyri, at arbeiðstakarar ella lesandi viðhvørt mugu vera heima við sjúkum børnum. Júst nú siti eg nokk og hugsi um hetta, tí eg eri noydd at vera heima við sjúkum børnum, haha :-) Men skemt til síðis, eg meini tað faktiskt í álvara, at tá børnini eru sjúk, so munnu flest okkara hava ringa samvitsku yvir fyri arbeiðsplássinum, ella vera bangin um, at fráveran nú verður ov høg í skúlanum, heldur enn við góðari samvitsku at vera heima við sínum barni. Og hetta er eitt sindur løgið, tá tey flestu av okkum antin hava børn, hava havt børn ella einaferð fara at fáa børn. Eitt eru tær vanligu barnasjúkurnar og beinkrím, sum koma viðhvørt, og sum øll børn skulu ígjøgnum, men afturat tí so kemur eygnabruni, oyrnastingir, barnasár og barnaormur, og eg kundi hildið fram. Hvussu nógvir fráverudagar munnu hetta ikki blíva tilsamans fyri hvørt einstakt barn, sum gongur á stovni? Og tilsvarandi arbeiðsdagar ella skúladagar, sum foreldur missa? Men tá veruleikin er so, hví skal tað so vera soleiðis, at um børnini eru sjúk, sum ØLL børn eru viðhvørt, so er barasta so trupult at fáa alt at ganga upp? Huff, man kann næstan fara so langt sum at siga, at tað er sera ópraktiskt at hava børn, um man ætlar sær at hava eitt arbeiði, ella at fáa sær eina útbúgving ...
Kanska vit áttu at hugsað øðrvísi um, hvussu vit ynskja okkara samfelag at vera, t.d. at sæð eitt virði í, at foreldur kunnu vera um síni børn, tá tey eru sjúk, ella at tað ikki skal vera neyðugt fyri tey flestu at arbeiða mest, tá tey hava smá børn. Tað er nú einaferð so, at tað sum oftast eru foreldur við smábørnum, sum hava stór húsalán, noyðast at hava bil o.s.fr., og tí eisini eru rættiliga bundin á arbeiðsmarknaðinum. Hvussu hetta kundi verið betrað, veit eg ikki, og tað mugu onnur enn eg finna loysnir uppá, men eg hevði viljað, nú løgtingsval verður seinni í ár, at onkur eisini helt tað vera virðismikið at koma við onkrum boði uppá, hvussu okkara samfelag, bæði arbeiðsmarknaðurin og lærustovnar, kundu verið innrættað øðrvísi, so betri tíð var til familjulívið.