Tíðindi
05.07.2022
Áhugin fyri evninum er sprottin úr kanning, ið Marin í Dali, lækni, gjørdi fyri fýra árum síðan. Kanning hennara staðfesti, at næmingar vilja hava meiri undirvísing í seksualviðurskiftum í skúlanum. Fyri at lýsa evnið nærri kannaði Bjørg Clementsen, hvussu seksualundirvísingin gongur fyri seg í 7. og 8. flokki. Hon valdi hesar árgangir, tí seksualevnini í námsætlanini í lívfrøði eiga at vera tikin ígjøgnum, áðrenn næmingurin er liðugur í 8. flokki. Bjørg Clementsen valdi at leggja høvuðsdentin á lívfrøðilæraran, tí tað er hann, ið hevur ábyrgdina av seksualundirvísingini hjá hesum árgangum sambært námsætlanini. Fyri at fáa betri kunnleika um undirvísingina gjørdi Bjørg Clemtensen eina kanning, bæði kvantitativa og lutvíst kvalitativa, har lívfrøðilærarar vórðu spurdir. Harumframt tók hon støði í tveimum frágreiðingum, sum kasta ljós á evnið í ritgerðini.
Kanningin hjá Bjørg Clementsen er bæði kvantitativ og kvalitativ; lærarar í lívfrøði svara spurnablaði um seksualundirvísing í fólkaskúlanum, og í sama spurnablaði kunnu teir svara kvalitativt. Í spurnablaðnum vóru 36 spurningar, sum taka støði í læraranum, næmingunum, undirvísingartilgongdini, tilfarinum, fólkaskúlalógini og námsætlanini. Av 47 lærarum í lívfrøði í 7. og 8. flokkunum í øllum fólkaskúlunum kring landið svaraðu 31, svarandi til 66 %, 20 kvinnur og 11 menn, og tað verður mett at vera álítandi svarprosent.
Í grein 8 í fólkaskúlalógini stendur, at heilsukunnleiki og seksualupplýsing eru kravd undirvísingarevni í fólkaskúlanum. Undirvísast eigur at verða í hesum evnum í hóskandi lærugrein og aldri hjá næmingi. Tó er ikki upplýst, hvat hóskandi lærugrein ella aldur á næmingi er; heldur ikki verður upplýst, hvørjum evnum fólkaskúlin eigur at undirvísa í innan heilsukunnleika og seksualupplýsing. Enn er eingin námsætlan gjørd, ið ásetur, hvørjum evnum undirvísast skal í, og hvørjum floksstigi tey hóska til. Lærarin roynir tí eftir sínari bestu sannføring at undirvísa í teimum evnum, hann heldur hoyra til heilsukunnleika og seksualupplýsing. Hetta kann hava við sær, at næmingarnir fáa ymiska undirvísing um seksualviðurskifti, heldur Bjørg Clementsen.
- Seksualundirvísing er fallin í hendurnar á lívfrøðilæraranum, tí hann sambært námsætlanini hevur ábyrgd av at kunna næmingin um mannakroppin og nøring. Ein vansi við, at tað bara er lívfrøðilærarin, ið hevur hesa ábyrgdina, er, at undirvísingin eittans verður úr einum lívfrøðiligum sjónarhorni. Lívfrøðilærarin undirvísir, hvussu náttúran nørir seg, har tosað verður um kallkyn og kvennkyn, fyri at nøring kann fara fram. Menniskjan er ein partur av hesi náttúruni, og tí kann seksualundirvísingin oftast gerast heteroseksuell og ikki nóg fjølbroytt, har evni, so sum mørk, samtykki og líknandi, ikki fáa innivist.
Bjørg Clementsen vísir til heilsufrøðingarnar, sum eisini hava part av seksualundirvísingini, bæði við persónligari samrøðu við hvønn næming sær, har næmingurin hevur møguleika at spyrja um ymiskt, ið er viðkomandi fyri ein tannáring, umframt bólkasamrøðu ella floksundirvísing í 7.-9. flokki, har tað verður komið inn á kropsfatan, kenslur, trivnað, kynsbúning, kynslív, kynssjúkur, fyribyrging og misnýtslu.
Helmingurin av lærarunum, sum taka lut í kanningini hjá Bjørg Clementsen, hava drúgvar royndir at undirvísa í lívfrøði. Nærum allir teirra – ella 94 % – hava havt seksualundirvísing seinastu fimm árini. Lívfrøðilærararnir, sum ikki hava havt seksualundirvísing, arbeiða í miðalstórum skúla. Ein teirra sigur, at seksualitetur ikki passaði inn í ársætlanina, og ein annar, at hansara 7. flokkur hevði lívfrøði saman við 6. flokki, og viðkomandi metir ikki, at næmingarnir í 6. flokki vóru klárir at hoyra um seksualitet.
Ein týðandi spurningur í ritgerðini hjá Bjørg Clementsen er, hvussu føran og tryggan lívfrøðilærarin metir seg vera at hava seksualundirvísing. Í hesum sambandi eru lærararnir spurdir, um teir hava fingið didaktiska undirvísing í seksualundirvísing undir læraralesnaðinum. Nærum allir siga seg nærum onga didaktiska undirvísing hava fingið á læraraskúlanum, tá ið talan er um seksualundirvísing. Í kanning síni hevur Bjørg Clementsen einki funnið um, hvat Námsvísindadeildin metir eigur at verða gjørt, tá ið talan er um seksualundirvísing.
- Undirvísarin má sjálvur taka støðu til, hvat hann leggur í seksualupplýsing.
Tá ið tað er sagt, so kenna lívfrøðilærarar seg kortini at vera fakliga vitandi at hava seksualundirvísing; 17 % av lívfrøðilærarunum meta seg vita nógv um seksualevnini, 41 % halda seg vitandi um evnini, 34 % meta seg mitt ímillum og 7 % lítið vitandi. Bjørg Clementsen heldur, at tað er áhugavert, at lærarar meta seg vera so vitandi um evnið, tá teir onga undirvísing hava fingið frá læraraskúlanum.
- Tað kann hugsast, at hendan manglandi vitanin frá læraraskúlanum hevur við sær, at lívfrøðilærarin verður tvingaður at ogna sær vitan aðrastaðni, tá hann skal undirvísa í seksualviðurskiftum. Hetta kann vera við til at ávirka, hvat eyðkennir undirvísingina, og vísir tilvildina í seksualundirvísing alt eftir, hvaðani lærarin leitar sær vitan, og hvussu hann velur at skipa undirvísingina.
Tá ið talan er um at kenna seg tryggan í at undirvísa í seksualviðurskiftum, kenna nógvir lærarar seg tryggar; 28 % meta seg sera tryggar, 41 % meta seg tryggar og 28 % meta seg hvørki tryggar ella ótryggar. Her kann tað hugsast, at arbeiðstíð og arbeiðsroyndir sum lærari kunnu hava eina ávirkan, tí 77 % av luttakarunum hava starvast sum lærarar í 6 ár ella meir, og 48 % hava havt seksualundirvísing í 6 ár ella meira. Tá hugt verður at úrslitinum samlað, sæst, at sjálvt um lærarar lítla og onga didaktiska undirvísing hava fingið um seksualundirvísing frá læraraskúlunum, kenna teir seg førar fyri at undirvísa í evninum, tí teir bæði meta seg vitandi um evnið og tryggar at tosa um tað. Tá ið tað er sagt, so siga 61 %, at teir kundu hugsað sær skeið ella kunning um seksualundirvísing.
- Hetta vísir, at sjálvt um lívfrøðilærarin heldur seg vera føran fyri at hava seksualundirvísing, kundi hann væl hugsað sær at sloppið á eitt skeið um seksualundirvísing.
Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2022