Tíðindi
15.12.2023
Løgtingskvinnan vil sita, hvussu fíggjarstøðan hjá støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn upp á 20.000 kr. er, hvussu fíggjarstøðan hjá støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr., er, og hvussu fíggjarstøðan hjá støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr., er. Harumframt vil hon vita, hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hesir bólkar hava rætt til, og hvørjar upphæddirnar eru.
Í viðmerking til spurningarnar sigur hon, at tað er ongin ivi um, at inflatión og rentuhækkingar raka føroysku húskini – summi meira meint enn onnur.
- Hesum hava bæði undanfarna og verandi samgonga roynt at bast við oljuískoyti, hjálparískoyti, lønarlyftum, lønarhækkingum og skattalætta til lág- og miðallønt. Tað er tó nakað av iva um, hvussu fíggjarliga støðan er og ikki minst verður hjá ávísum bólkum í samfelagnum. Fyri at fáa greiðu á hesum og harvið eisini kunna hjálpa teimum, ið veruliga tørva hjálp, verða hesir spurningar settir.
Landsstýriskvinnan skal svar spurningunum í seinasta lagi 28. desember.