Tíðindi

Hvat vilja vit við serøkinum?

Eina ferð um árið hevur Føroya Lærarafelag fund við undirfeløgini. Hetta eru sera áhugaverdir fundir, har undirfeløgini hava høvi at tosa saman og fáa góð hugskot frá hvør øðrum. Samstundis fær Lærarafelagið innlit í, hvat rørir seg í hvørjum felagi og á ymsu økjunum. Tó er tað ofta so, at á hesum sama fundi, verður tað so sera sjónligt, at øll feløgini hava somu ørkymlan. Andrea á Rípuni, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar

14.04.2016

Hesin árligi fundur hevur júst verið, og enn einaferð varð staðfest, at tað, sum øll undirfeløgini stríðast við, er arbeiðsbyrðan. Arbeiðsbyrðan, krøvini, væntanir og avsetta tíðin til tey ymsu økini. Øll vóru á einum máli um, at tað er alneyðugt, at politiski myndugleikin ger sær greitt, hvat hann vil við teimum ymsu útbúgvingunum/økjunum, sum tey sjálv seta á stovn.  

Tað er týdningarmikið og alneyðugt at útbúgva fólk til nútímans skúlan, men tað er eisini alneyðugt at seta sær sjálvum spurningin, hvussu fáa vit bestu nyttuna av fólkunum innan fyri ymsu økini við verandi játtan? Hvønn skúla fáa vit við tí játtan, ið er? Sum nú er, er ikki samsvar millum ynski, útbúgving og veruleika.

Landsins lógir siga, at skúlin er fyri øll, og tað er eitt stórbart mál, vit dagliga stríðast fyri at røkka. Tað er tó ikki landsins myndugleiki, ið dagliga skal hyggja í eyguni á ymsu børnunum og vita, at tíverri hava vit lítið ella onki at bjóða tykkum. Myndugleikin skal heldur ikki samskifta við foreldrini og greiða teimum frá skúlatilboðnum, sum stendur teirra barni í boði.

Tað er tó eitt felags mál fyri okkum øll at røkka so langt til ber, men tað skal bara vera púra greitt, hvør ger hvat. Man kann ikki vænta, at fólk fara at arbeiða meiri uttan at fáa nakað afturfyri. Lat meg í hesum sambandi sláa fast, at svarið til henda trupla spurning er ikki, at leiðslan fær egintíðina, tí uttan egintíðina verður trupult at røkka fleiri av hesum næmingum.

Á øðrum arbeiðsplássum er tað púra natúrligt at fleksa, men hetta sýnist ikki at vera hugburðurin innan skúlans gátt. Lærarin skal bindast at vera í skúlanum meginpartin av teimum 1800 tímunum; so fáa vit nakað gott burturúr, tí so er vissa, fyri at lærarin ger sítt arbeiði og ikki okkurt annað.

Hesin hugburður skerjir frælsið til at røkja starvið til lítar. Við at hava frælsið til at røkja mítt starv í egintíðini, fæst mest og best burturúr. Um vit arbeiða, tá vit eru best uppløgd og við áliti frá okkara arbeiðsgevara, so røkka vit nógv longri, enn um vit binda læraran á einum ávísum stað, ið ofta ikki hevur umstøður at húsa øllum. Øll, ið hava skúlan sum ábyrgdarøki, mugu bretta upp ermar og seta orð á, hvønn veg vit ynskja fólkaskúlan at fara, og hvussu langt vit kunnu røkka við verðandi játtan.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni