Tíðindi
13.05.2024
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Nám og Undirvísingarstýrið at skipa eftirútbúgvingar til fólkaskúla og miðnám. Sólvá Jónsdóttir, ritstjóri á Námi, er sett sum verkætlanarleiðari.
Føroya Lærarafelag er sett út á síðuna í ein tilvísingarbólk saman við nógvum øðrum.
Tað fer at krevja sítt at vinna fólkaskúlanum sømdir, heldur Lærarafelagið, sum er umboðað í tilvísingarbólkinum av formanninum í felagnum, Jacob Eli S. Olsen.
Arbeiðið verður skipað við stýrisbólki, har myndugleikar og skúlaverkið eru umboðað, tilvísingarbólki, ráðgeva, verkætlanarleiðara og verkætlanarbólki. Í tilvísingarbólkinum eru umframt Jacob Eli S. Olsen umboðandi Lærarafelagið, Høgni Warberg og Janus á Ryggi frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Randi Frederiksberg frá Yrkisdeplinum, Sanna á Løgmansbø frá Føroya Pedagogfelag, Tina K. Jakobsen frá Yrkisfelagnum Miðnám, Jeffri Olsen frá Føroya Tekniska Lærarafelag, Vagn Foldbo og Eyðna Magnussen, sum umboða fólkaskúlaleiðarar, Christian Joensen, leiðari á gymnasialum miðnámi, og Magni á Lakjuni, leiðari á yrkisnámi.
Í kunnandi skrivi um eftirútbúgvingarleistin verður sagt, at fyrstu veruligu úrslitini av arbeiðnum at skipa eftirútbúgvingarnar fara at síggjast skúlaárið 2025-2026.
- Vit fara sum áður at gera okkara til at fáa eftirútbúgvingar til lærarar og skúlaleiðarar í fólkaskúlanum. Vit vilja samstundis arbeiða fyri, at eftirútbúgvingar av fólkaskúlalærarum verða sæddar sum ein partur fyri seg, tí at fólkaskúlin er stórur, og tørvurin hjá fólkaskúlanum er serstakur og á nógvan hátt ein annar enn hjá undirvísarum í miðnámi ella á tekniska skúla. Vit fara eisini at arbeiða fyri, at eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum í fólkaskúlanum verður ásett í kunngerð, so at tað er trygd fyri, at hetta verður raðfest. Sum nýggja skipanin er sett saman, so er Føroya Lærarafelag, ið umboðar allar lærarar og skúlaleiðarar, sett uttanfyri alla ávirkan í verkætlanarbólkinum. Tað er ikki ein fyriskipan, ið vit kenna okkum trygg við.
Lærarafelagið vísir á, at alt byrjar við tí góða læraranum.
- Granskingin vísir týðiliga, at ein tann besta íløgan í fólkaskúlan er ein íløga í læraran. Tá íløgur vera gjørdar í at útbúgva lærararnar, so sæst tað aftur hjá næmingunum, bæði tá ið talan er um trivnað og fakligu úrtøkuna, í størri mun enn aðrar íløgur í fólkaskúlan.
Tað er ein langur listi av serútbúgvingum, ið liggja á láni. Lærarafelagið hevur víst skúlamyndugleikunum og landsstýrismanninum á, at játtanin til serútbúgvingar eigur at standa fyri seg, so at tað er gjøgnumskygni í, hvat í veruleikanum verður nýtt til at serútbúgva og eftirútbúgva lærarar og skúlaleiðarar.
- Vit hava fingið at vita, at tað ber væl til at hava eftirútbúgving sum eina undirkontu í játtanini til fólkaskúlan, so at hetta fer at síggjast í komandi játtanum til fólkaskúlan. Felagið hevur fingið álítandi kunning um, at í dag verður bara tað nýtt til at útbúgva lærarar, sum svarar til tvey læraraársverk samanborið við 20 ársverk, tá hetta var upp á tað mesta. Hvussu játtanin til eftirútbúgvingar í fólkaskúlanum fer at síggjast aftur, nú fleiri skúlar eru lagdir í ein pott, tað verður truplari at síggja, men vit fara at fylgja væl við.
Útbúgvingartørvurin er áður viðgjørdur í ráðleggingarnevndini fyri eftir- og framhaldsútbúgving av lærarum fólkaskúlans, sum formaður Lærarafelagsins var partur av, men hesin bólkur er nú niðurlagdur, eftir at landsstýrismaðurin strikaði rundskrivið, sum hesin bólkurin hevði sína heimild í.
- Felagið var hoyrt um øtlaðu broytingarnar, men tað var eftir at avgerðin longu var tikin um at taka rundskrivið av um eftir- og víðariútbúgving av lærarum fólkaskúlans. Rundskrivið hevur ikki verið virkið í nógv ár, helst tí at tað hava ikki verið eftirútbúgvingar, men rundskrivið skuldi eftir áseting avloysast av einum dagførdum rundskrivi, eftir at læraraútbúgvingin var løgd undir Setrið. Vit bæði undrast og harmast um avgerðina, tí rundskrivið tryggjaði, at vit, sum umboða yrkið, vóru tikin við, tá avgerðir um eftirútbúgving av lærarum og skúlaleiðarum skuldu takast.