Tíðindi

Hvat kunnu vit gera fyri, at næmingar læra føroyskt skjótt og væl?

Grundleggjandi fortreyt at tryggja, at næmingar læra føroyskt skjótt og væl, er málslig íkast og tilvit, og síðan gransking og regluverk. Tað sigur Sissal M. Rasmussen, ph.d., adjunktur á Føroyamálsdeildini, ið er ein av undirvísarunum á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál.

12.08.2024

Ein niðurstøða í uppgávu hjá einum lærara á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál er, at útbúgvingarskipanin ikki er klár at taka á seg avbjóðingina at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, og at ovasti myndugleikin ikki hevur nóg gott innlit í annaðmálsmáltøku og frálæru. Til hetta sigur Sissal M. Rasmussen, at grundleggjandi fortreyt at tryggja, at næmingar læra føroyskt skjótt og væl, er útbúgving, íkast og tilvit, og síðan gransking og regluverk.

- Øll børn ganga í dagstovni. Tað er sera umráðandi, at vitan um málmenning og annaðmálsmáltøku er í dagstovnunum, og at starvsfólkini har alla tíðina fáa ráðgeving og nýggja vitan innan hetta økið. Tað er týðandi fortreyt, at starvsfólkini hava førleikar at eygleiða málsligu støðuna hjá barninum, og hvussu barnið er fyri at læra føroyskt. Ráðgeving um mál í heiminum eigur at byggja á støðuna hjá familjuni og gransking. Tað er eisini sera umráðandi, at tað verður fylgt við hesum børnunum víðari í skipanini, soleiðis at tey verða loftað um neyðugt. Øll børn hava rætt til góð tilboð. Tá ið tað er ein sannroynd, mugu viðurskiftini gerast betri.

Tá ið talan er um tilvit um mál, og hvussu vit læra mál, mugu vit eisini gera okkum greitt, at alt rundan um barnið hevur ávirkan, sigur Sissal M. Rasmussen. Dagstovnurin, har barnið gongur, hevur ávirkan, somuleiðis familjan hjá barninum, skúlin, har barnið gongur, og vinirnir, barnið hevur. Arbeiðið og arbeiðsstøðan hjá foreldrunum hava eisini ávirkan, harumframt alt, sum hevur við tað sosiala at gera. Karmarnir, sum lærararnir hava at arbeiða undir og at førleikamenna seg, hava eisini ávirkan, tí vitanin, teir nema sær, skal seyra niður í skipanina til barnið.

- Tá ið vit vita, at alt hetta hevur ávirkan, so mugu vit hyggja at viðurskiftunum yvirskipað og hava barnið og menningarmøguleikarnar hjá tí í miðdeplinum. Møguleikarnir hjá barninum at mennast eru ávirkaðir av politikkinum, sum verður førdur, tað er til dømis, hvussu nógvar tímar teir fáa í føroyskum, hvussu umstøðurnar og karmarnir hjá lærarunum eru, hvussu tilfarið er, hvussu ofta lærarar kunnu førleikamenna seg og so framvegis. Hyggja vit at øllum tí, sum samlað hevur ávirkan, síggja vit tíverri, at tað á ov nógvum mótum ikki er nóg gott. Tað, sum vit kunnu fegnast um, er, at vit hava ein góða útbúgving í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og henda útbúgvingin eigur javnt og samt at vera lærarum í boði. Hon er sera umráðandi fyri læraran, soleiðis at hann fær álitið á seg sjálvan, at hann veit, hvat hann ger, at hann hevur eina vitan, sum er granskingargrundað, og at hann megnar at skapa brúnna millum móðurmálið og nýggja málið, sum næmingurin skal ogna sær. Hava vit barnið í miðdeplinum, soleiðis sum vit eiga, so hevur tað tørv á at ogna sær nøktandi málførleikar í føroyskum sum annaðmál, soleiðis at tað klárar seg væl fakliga og á annan hátt. Tað krevur góðar umstøður í nógvum stigum og liðum, og har er undirvísingin í skúlanum eitt. Men tað treytar ikki minst tilvit, og tað tilvitið eigur at koma úr erva, tað vil siga frá hægstu myndugleikum niður eftir í allar skipanirnar, sum hava vit tey og foreldur teirra at gera.

Hvussu nógv børn hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál í fólkaskúlanum, er ringt at hava eitt fullfíggjað yvirlit yvir. Í eini sending í útvarpinum í mars kom fram, at tað hetta skúlaárið eru 120 næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki skilja føroyskt. Hetta eru næmingar, sum nýliga eru komnir til landið. Harafturat koma øll tey, sum kenna nakað av føroyskum, men enn hava langt á mál fyri at kunna gerast ein virkin partur í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Samanlagt eitt stórt tal, sum veksur alsamt.

Les alla samrøðuna við Sissal M. Rasmussen í Skúlablað nr 3, 2024.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni