Tíðindi
13.12.2015
Serfrøðingar og ymiskir myndugleikar hava úttalað seg um, hvussu royndin hevur eydnast. Onkur heldur tað vera ein stóran trupulleika, at tøknin virkar ov illa. Onnur halda uppgávurnar vera ov truplar. Onkur sigur, at lokalu kt-vørðirnir hava ábyrgd av, at tøknin ikki virkar nøktandi. Onnur halda, at karakterskalin má tillagast, tí støðið av uppgávum hevur verið ov høgt, og tí liggur svarprosentið so lágt kring landið o.s.fr. Upp aftur onnur halda ikki, at stórvegis trupulleikar eru.
Í øllum hesum kjakinum sakni eg at hoyra, hvat næmingarnir siga. Hvussu uppliva teir at sita til roynd á hendan hátt? Eg sakni stórliga eitt fokus á einstaka næmingin, sum situr til hesa royndina. Vit eiga at taka fyri givið, at hvør einstakur næmingur ynskir at gera sítt besta. Ger alt fyri at hugsavna seg um arbeiðið. Roynir at minnast aftur á og brúka tað, viðkomandi hevur lært og arbeitt við í dagligu undirvísingini.
Førleikarnir at fara til roynd ella próvtøku hjá næmingunum eru, sum vera man, ymiskir. Onkur kemur púra avslappað/-ur til roynd. Kennir seg kanska vísa/-n í, at hetta nokk fer at ganga væl, tí viðkomandi kennir seg tryggan í lærugreinini. Summi hava eitt lyndi, sum ger, at tey megna at taka tað róligt, tá tey fara til roynd og taka hana bara sum hon kemur. Onnur koma stív og nervøs. Hava trupult við at hugsavna seg um royndina, hóast tey duga væl í lærugreinini, men klára illa tað trýstið, sum mangan er til eina roynd. Og so eru aftur onnur, sum hava trupult við lærugreinini, men arbeiða hart og hava gjørt alt fyri, at royndin skal eydnast best møguligt. Sjálvsagt vilja tøkniligir trupulleikar, har t.d. rætt svar verður skrásett, sum skeivt, torleikastøðið er langt yvir tað, tey fyrr hava møtt í undirvísingini o.a. ávirka næmingarnar. Summar meiri enn aðrar.
Hví verða hesar royndir gjørdar? Er tað fyri at kanna eftir, hvat einstaki næmingurin dugir, ella er tað fyri at royna eina telduskipan – kann eg freistast til at spyrja eitt sindur provokerandi! Men eg haldi spurningin vera serstakliga viðkomandi. Tað kann kennast sum at fakligi førleikin hjá næminginum er sekunderur. Tað primera er, um tøknin virkar. Ger hon ikki tað, ja, men so fær næmingurin eitt verri úrslit – og hvat so ? Ein næmingur, sum t.d. dugir væl at lesa, skilir tað lisna til fulnar og dugir bæði at tulka og greina verður konfronteraður við, at viðkomandi hevur eina vánaliga lesifatan og støðumetið verður har eftir?! Ella næmingurin, sum er veikur lesari, men roynir av øllum alvi at loysa lesifatanaruppgávuna til lítar – loysir hana kanska rætt – men teldan metir svarini at vera skeiv. Hvat ger hetta við næmingin?
So verður sagt, “ja, men hetta er BARA ein roynd”. Hetta eru livandi ung fólk, sum helst skuldu tikið sín skúla í størsta álvara, og so sigur MYNDUGLEIKIN – hetta er BARA ein roynd! Hetta er at vanvirða tey ungu og at halda tey fyri spott. Hevur MMR umhugsað at spurt tey ungu, LES: brúkararnar av royndunum, um, hvussu TEY halda tað gongur?
Tað kemur alt ov ofta fyri, at skipanir av ymsum slag verða settar í verk, men málbólkurin, sum skipanirnar venda sær til, er als ikki eftirspurnur. Av fleiri øðrum dømum, enn hesum við teldutøku royndunum, kundi eg nevnt: inklusión av næmingum í fólkaskúlan, átøk til tess at steðga happing, átøk til tess at betra um sosialan trivnað í skúlaflokkum, teldlar í undirvísingini, teldutøkar bøkur heldur enn pappírsútgávurnar, landsroyndir o.s.fr. Næmingarnir verða at kalla ikki eftirspurdir.
Hvussu raðfestir ovasti myndugleiki næmingarøddina? Eg dugi illa at fáa eyga á nakra raðfesting yvir høvur ☹ Næmingaráð virka helst væl summa staðni og als ikki aðrastaðni. Í Danmark hevur man eitt lansdumfatandi fólkaskúlanæmingaráð “Danske skoleelever”, og í hvørjum skúlastýri eru næmingaumboð. Danske skoleelever verða hoyrd í samband við ymisk viðurskifti, sum hava við fólkaskúlan at gera. Tey verða tikin við, sum ein natúrligur partur av tilgongdini. Hetta mátti verið so sjálvsagt, tí tað eru tey, sum eru brúkarar av fólkaskúlanum. Samstundis vísir hetta, at skipanin hevur virðing fyri næmingunum og áleggur teimum harvið eisini eina ábyrgd, sum bæði er spennandi og mennandi.