Tíðindi

Hvat fáa vit burtur úr PISA-kanningum og landsroyndum?

Henda spurningin seta lærarar sær ofta, eisini formaður Føroya Lærarafelags, sum heldur, at vit eiga at taka landsroyndirnar av og raðfesta gransking í PISA-royndunum.

02.11.2022

Formaður Føroya Lærarafelags ger skilnað millum PISA-royndir og landsroyndir. PISA-royndirnar órógva ikki á sama hátt sum landsroyndirnar; vit fáa upplýsingar, vit kunnu byggja viðkomandi vitan um skúlan á, hóast tað átti og kundi verið munandi meiri, heldur hann.

- Landsroyndirnar eru hinvegin á ongan hátt gagnligar, hvørki fyri næmingar, lærarar ella skúlan sum heild. Fyrimunurin við PISA-royndunum er, at vit kunnu læra av teimum, um vit vilja, og tær órógva ikki so nógv. Haraftrat kannar PISA ikki beint inn í námsætlanirnar, so sum landsroyndirnar gera, og tí verða lærarar ikki drignir at  undirvísa til eina roynd. At vit við PISA-royndunum kunnu samanbera okkara skúlaverk við skúlaverk í øðrum londum og við tað skúlaverkið, sum OECD hevur sett upp sum standard, kann vera læruríkt. Tá ið tað er sagt, nyttar lítið bara at skriva eina frágreiðing út frá úrslitinum í PISA-royndini og at samanbera miðaltøl, tí tað, sum vit hava sæð higartil av slíkum frágreiðingum, kann als ikki brúkast fram á leið. Vilja vit brúka PISA-úrslitið munadygt, so eiga vit at seta granskingarorku av, og granskingarorka er fleiri fólk við granskingarførleika. Vit kunnu ikki annað enn undra okkum á, at vit enn ikki hava ein professara í undirvísingarlæru á Námsvísindadeildini. So leingi vit ikki granska í úrslitunum frá PISA-royndunum, hava tær lítið virði.

Tað, sum vanliga stendur eftir, eftir at eitt úrslit frá PISA-kanning er almannakunngjørt, er, hvar Føroyar eru í miðal samanborið við hini londini, og hvussu nógvar næmingar vit hava í ymsu bólkunum, sum eru seks í tali.

- Afturvendandi nýtslan av miðalúrslitinum frá PISA bara órógvar. Vit hava harafturímóti sæð, at tað nú eru færri næmingar, sum klára seg illa og skora í niðastu bólkunum, men samstundis eru tað sera fáir næmingar í 9. flokki millum teirra, sum klára seg best. Hetta eru úrslit, sum eru áhugaverd, og sum vit áttu at hugt nærri at.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni