Tíðindi
21.02.2017
Við Hopscotch læra børn og ung at forrita við at seta kubbar av kodum saman, soleiðis at til ber til at menna einfaldar tekningar, einfaldar gerðir og einføld spøl, sum kunnu minna um spøl, børnini kenna frammanundan.
Í appini ber til at fylgja vegleiðingum á filmi um, hvussu eitt ávíst spæl ella gerð kann mennast, men til ber eisini at nýta egið hugflog og gera tað, einum lystir.
Til ber at geva verkætlanirnar út, soleiðis at onnur, ið eisini brúka appina, kunnu síggja tað, tú hevur gjørt og byggja víðari upp á tær.
Læraravegleiðing/Lesiætlan til Hopscotch
Hóast tað eru fleiri appir til teldlar og forrit til teldur, ið eru ætlað at læra børn og ung at forrita, er ofta torført at finna beinleiðis læraratilfar. T.e. tilfar, ið fer aftur um sjálva appina/forritið og sum m.a. sigur nakað um endamál, leist, førleikamál o.a.
Til Hopscotch er ein læraravegleiðing (curriculum) í pdf-sniði, ið er at finna á netinum. Hendan vegleiðingin er soleiðis bygd upp, at ein og hvør lærari – tað veri seg tann royndi og óroyndi – kann gjøgnumføra undirvísing í forritan gjøgnum Hopscotch við at fylgja hesari vegleiðing. Innihaldsliga verður byrjað við inngangi við yvirskipaðum málum og forritanarhugtøkum. Síðani fylgir ein frágreiðing um, hvussu tímarnir (lessons) verður bygdir upp. Her er at siga, at til hvønn tíma (45-60 min.) er ein verkætlan. Síðani verður farið inn í hvønn einstakan tíma, har gjølla verður greitt frá, hvat ið hugsast skal um áðrenn tíman, hvørji hugtøk nomið verður við, og hvørji málini við tímanum eru. Síðani verður farið í holtur við sjálva verkætlanina, har tú sum lærari verður stuðlaður við myndum og frágreiðingum um at kalla hvørt stig, ið verður tikið.
Vegleiðingin er frí at brúka og er á enskum.
Ein vansi við einari tílíkari vegleiðing er eyðvitað, at hóast pdf-sniðið er statiskt, so verður appin ment so hvørt. Hetta kann hava við sær, at sumt, sum stendur í vegleiðingini, ikki samsvarar við appina. Lærarin má tí fylgja væl við.
Les grein um forritan í skúlanum í Skúlablaðnum, sum kemur fríggjadagin.
Tekstur: Vár í Ólavsstovu og Sjúrður Ravnsfjall
Mynd: Vár í Ólavsstovu