Tíðindi
25.11.2024
Kennir tú ikki søguna í kvæðunum og vísunum, er ringt at minnast ørindini, og minnist tú ikki ørindini, er torført at fáa dansin at ganga væl. So einfalt kann tað sigast.
- Eins og lærarin, eg hevði, tá ið eg var barn, gjørdi, so fortelji eg altíð søguna í kvæðnum ella vísuni fyrst. Vanliga fangar hon, serliga um eg eisini brúki visuelt tilfar, og dugir næmingurin søguna, so kennir hann raðfylgjuna av ørindunum. Síðan hevur lagið nógv at siga og at enda dansurin. Øll duga at ganga í ringi, men tað er ikki tað sama sum at dansa, so tað skal lærast væl, fyri at dansurin gongur væl. Kvæðini og vísurnar hava nógv ørindi, sum skulu lærast; allir næmingar hava tað ikki lætt við at læra uttanat, og tí er gott, at tað eru ymiskir mátar at læra. Hinvegin dugir eingin alt, men nógv duga okkurt, og summi duga nógv. Tað er sum við so nógvum øðrum, at meiri tú lærir, størri verður áhugin og vitanin, og trongdin at læra meiri veksur.
Kvæði og føroyskur dansur eru kravt undirvísingarevni. Dansiáhugaðir lærarar hava leingi víst á, at skal føroyska dansinum vera lív lagað í fólkaskúlanum, má námsætlan verða gjørd, og í summar kom hon loksins. Námsætlanin hevur sera stóran týdning, heldur Elin Maria Ó. Olsen, ið hevur verið til at gera námsætlanina, tí nú veit lærarin, hvat næmingurin eigur at duga, áðrenn hann fer úr fólkaskúlanum.
- Á læraraútbúgvingini er nógv á skránni. Læraralesandi skulu útbúgvast til allar førleikar, teir hava fyri neyðini í fólkaskúlanum, so tað er avmarkað, hvussu nógv tíð verður sett av til føroyskan dans. Men kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur er kravt undirvísingarevni, og tað er flokslærarin, sum hevur ábyrgdina av, at næmingarnir læra hetta. Men tað eru ikki allir flokslærarar, sum hava áhuga fyri dansi, og tað er heldur ikki heilt lætt seta seg inn í, um ikki mann veit, hvar mann skal leita. At lærarar nú hava fingið námsætlan fer at gera umstøðurnar hjá føroyska dansinum í skúlanum nógv betri, tí nú veit lærarin, eisini lærarin, sum lítið og einki kennir til føroyskan dans, hvat hann skal leggja dent á, og hvussu nógv og hvat næmingurin eigur at duga. Tað hevði sjálvsagt verið ynskiligt, um ráðgevi var knýttur at undirvísingarevninum, í øllum førum í kvæðatíðini.
Reglulig skeið fyri lærarum og fjølbroytt undirvísingartilfar hava eisini nógv at siga. Saman við øðrum er Elin Maria Ó. Olsen í holt við at gera nýtt tilfar.
- Nú námsætlanin er gjørd, eru vit farin undir málrættað undirvísingartilfar, soleiðis at lærarar fáa fleiri amboð. Nakað av undirvísingartilfari er, men nú gera vit tilfar, sum er beinleiðis tongt at námsætlanini, soleiðis at lærarin veit júst, hvat hann kann gera fyri at røkka ávísu førleikamálunum. Fjølbroyttari tilfarið er, hugaligari er tað at undirvísa. Tað hevur eisini týdning at hava skeið regluliga.
Les alla samrøðuna við Elin Mariu Ó. Olsen í Skúlablað nr 5, 2024. Savnsmynd.