Tíðindi
03.02.2022
Í dag eru fróðskaparsetur ikki longur bert til tey fáu, ið áður aloftast vóru úr bókligum heimum. Fróðskaparsetur í dag eru hópsetur, og tey lesandi eru sera ymisk við ymsum fortreytum og ymsum væntanum til lesturin (Christiansen, 2015, s.19). Á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetri Føroya stendur, at tað í løtuni eru 1000 lesandi. Ynski frá politiskari síðu hevur seinastu árini verið at vaksa um Setrið, og fleiri nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn. Í løtuni ber til at taka 24 útbúgvingar. Hetta merkir, at týdningurin av góðari undirvísing og góðum, fjølbroyttum tankum um undirvísing er stórur, um møguleiki skal vera fyri, at øll lesandi fáa nakað burtur úr lestrinum.
Í seturshøpi hevur siðvenja ikki verið at tosa um, hvat góð undirvísing er, hóast hetta hevur stóran týdning. Tó fyllir kjakið um granskingargrundaða undirvísing altíð nakað, og hetta er eisini evnið í næsta broti.
Hvat er góð undirvísing?
At fremja góða undirvísing er neyðugt, at tú sum lærari torir at hyggja at og reflektera um egna undirvísing (Meyer, 2014). Lærarin skal tora at vera sín egni dukkuførari, eins og myndin vísir.
Hetta verður eisini nevnt tann reflekterandi praktikarin og kann knýtast saman við ástøði um lærarakognisjón, sum Simon Borg er ein leiðandi granskari í. Hugtakið kemur fram í tí sannroynd um, at tað er ikki nóg mikið at hava innlit í, hvat lærarin ger, og um hetta hevur nakran týdning fyri læringina hjá teimum lesandi. Lærarin skal hvønn dag taka nógvar avgerðir, og tað hevur eisini týdning at vita, hvørjir tankar og hvørjar meiningar eru tilvitað, og hvørji ikki eru tilvitað. Daryai-Hansen og Henriksen (2017) vísa til Borg, ið allýsir lærarakognisjón soleiðis: “The unobservable cognitive dimension of teaching – what teachers know, believe, and think”. Tað, sum lærarin veit, trýr og heldur, hevur týdning fyri, hvussu hann undirvísir. Eingin lærari er ein tóm talva, og lærarin vil altíð hava eina forfatan um undirvísing. Tað hevur týdning at vera tilvitaður um sína forfatan – at vera ein reflekterandi praktikari, soleiðis at man veit, m.a. hví man undirvísir, leggur til rættis og eftirmetir, sum man ger (Daryai-Hansen & Henriksen, 2017).
Meyer vísir á tíggju eyðkenni fyri góða undirvísing. Hesi eru galdandi fyri alla skúlagongd – heilt frá grunddeild til setur og eru ikki tengd at nøkrum ávísum faki. Tey tíggju eyðkennini eru hesi í tilvildarligari raðfylgju:
* Undirvísingin hevur greiðan bygnað
* Nóg mikið av lærutíð
* Lærufremjandi arbeiðsumhvørvi
* Innihaldið er klárt
* Samskiftið er meiningsfult
* Lærarin nýtir ymiskar undirvísingarhættir/tilgongdir
* Lærarin hevur einstaka næmingin í huga
* Intellektuellar venjingar
* Undirvísingin er gjøgnumskygd
* Flokshølið ella floksumhvørvið er kveikjandi (Meyer, 2014)
Hesi tíggju punkt kunnu skiljast sum eitt putlispæl, sum saman gera eina eind. Eg havi valt at taka punktini fimm og seks burturúr og kanna nærri, hvat tey merkja, og meta um, hvønn týdning júst hesi hava. Einki punkt nevnir beinleiðis motivasjón, og Meyer vísir á, at motivasjón er sera grundleggjandi fyri alla undirvísing, og tí er hon er yvirorðnað punkt og ikki eitt punkt fyri seg (Meyer, 2014).
Punkt fimm eitur: Samskiftið er meiningsfult. Hetta snýr seg um, at lærarin skal megna at vísa, hvønn týdning tað, sum undirvíst verður í, hevur fyri tann lesandi í framtíðini. Meyer vísir á, at hetta punktið er skroypiligt, tí tað er trupult at allýsa og granska empiriskt, men hevur størstan týdning av teimum tíggju punktunum (Meyer, 2014). Undirvísarin noyðist javnan at gera greitt fyri teimum lesandi og saman við teimum lesandi, hvønn týdning ávísa innihaldið hevur fyri teirra framtíðar yrki sum lærarar. Læraralesandi hava í mong ár víst á, at útbúgvingin er alt ov lítið praktisk (Bjerril, 2021); um lærarin megnar at gera samskiftið meiningsfult, kundi tað verið ein hjálp upp á hesa avbjóðingina.
Punkt seks snýr seg um fjøltáttaðar undirvísingarhættir og undirvísingartilgongdir. Lesandi eru ymisk, og hvør flokkur er ymiskur, og tí er neyðugt nýta ymiskar undirvísarhættir. Ástøðið hjá Gardner um mongu skilvitini letur upp fyri eini breiðari viftu av undirvísingarháttum, sum kunnu tryggja, at støðið verður tikið í skilvitinum hjá øllum næmingunum (Armstrong, 1998).
Tað er eisini ein sannroynd, at tann optimali undirvísingarhátturin finst ikki. Undirvísingin má skipast, alt eftir hvat málið og innihaldið er (Meyer, 2014).
Les alla greinina eftir Rúnu í Skála í Skúlablað nr 6, 2021.
Rúna í Skála, fólkaskúlalærari og námslektari í námsfrøði og didaktikki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.