Tíðindi
10.03.2017
– Ikki at vilja í skúla er ein vaksandi trupulleiki, men tað er ein trupulleiki, sum radarin ikki fangar; vit hava einki yvirlit yvir, hvussu nógv børn og ung, ikki ganga í skúla, tí fráveran verður ov dult ella loynd sum sjúkraskriving, søgd at vera okkurt annað og er ikki sjónlig í vánaligu skrásetingunum hjá skúlunum, sigur Terje Ogden, granskingarstjóri á Deplinum fyri trupulleikaatferð og innovotiva praksiss í Noregi.
Trude Havik, granskari á Universitetinum í Stavanger, heldur, at trupulleikin er nógv størri enn vit gera okkum far um, at hann er. Í 2015 skrivaði hon eina doktararitgerð um skúlanoktan, tað, sum eitur skolevægring á donskum. Kanningin hjá Trude Havik bendir á, at tað er ein skúlanoktari í hvørjum einasta skúlaflokki.
– Hetta er ein trupulleiki, sum hvørvur sum rivan í gólvinum, eisini í gransking. Onnur evni, so sum frávera, skulking og happing fáa nógv størri rúmd, heldur Ogden.
Atferðardepilin skipaði fyri ráðstevnu í Noregi um evnið í november.
Peter Friberg er vegleiðari við ein menningardepil í Svøríki. Hetta er ein privatur stovnur, sum síðan 2008 hevur arbeitt við at ment eina granskingargrundaða viðgerðarskipan, sum hjálpir børnum og ungum, sum ikki vilja í skúla.
– Nú vita vit nógv meiri um, hvørjir hesir næmingarnir eru, sum ikki vilja í skúla, og hvussu teir kunnu fáa hjálp; at nokta at fara í skúla snýr seg fyri ein stóran part um órógv og angist, sigur Friberg.
Tað, hann nevnir ”heimasitarar”, eru næmingar, sum seta skúlan í samband við stórt kensluligt mótboð ella óhuga.
– Tað snýr seg sjáldan um kriminalitet ella misnýtslu. Vanliga hava hesir næmingarnir ikki ilt við at læra. Tvørturímóti eru nógvir teirra betur fyri enn miðal. Teir hava ofta stór krøv til sín sjálvs, sigur Friberg.
Foreldrini vita av, at børnini ikki vilja í skúla; mangan byrgja tey seg heima framman fyri ein skíggja. Tey vita, at tey eru á skeivari kós, men tey duga bara ikki at finna inn á røttu kósina aftur. Trude Havik heldur, at næmingar, sum eru fyri happing, eru í stórum vanda fyri at gerast skúlanoktarar.
Svenski granskarin, Malin Gren Lansdell, hevur kannað støðuna hjá 16 næmingum, sum hava verið burtur frá skúla í long tíðarskeið uttan gilduga orsøk. Hon heldur, at tað nærum ongantíð kemur fyri, at bara ein orsøk liggur aftanfyri.
– Nógv eru illa fyri sálarliga, hava til dømis sosiala fobi ella skilnaðarangist. Tað er eisini vanligt við nevropsykiatriskum diagnosum, líðingum ella tunglyndi, sigur Landsdell.
Friberg og starvsfelagar hansara kenna til nógv ring tilfeldi av skúlanoktan. Nógv teirra hava ikki verið í skúla í eitt heilt ár.
– Ikki at ganga í skúla hevur við sær stórar líðingar fyri bæði børn og foreldur. Tey hava tað als ikki gott; helmingurin av foreldrunum hava so stórar trupulleikar við angist og tunglyndi, at tey kundu havt eina diagnosu, heldur Friberg, sum er sálarfrøðingur.
– Foreldrini kenna seg at hava skyldina, og tey skammast. Tey hugsa nógv um framtíðina. Fer barn mítt at búgva heima restina av lívinum? Fer barn mítt at fáa eitt arbeiði? Onkran at vera saman við?
At sita heima og ikki vera í skúla førir ikki bara við sær, at tú fært eina keðiliga skúlagongd; tað førir eisini við sær, at tú endar uttan fyri í samfelagnum. Jú longur tíð gongur, jú verri er tað at koma aftur. Tí er tað so ógvuliga umráðandi at fáa hjálp alt fyri eitt, heldur Friberg.
– Ofta vita vit longu í barnaskúlanum ella miðnámi við stórum sannlíkindum, hvør er í vanda fyri at hava nógva fráveru í skúlanum. Teknini eru, at næmingurin ofta sigur seg at hava ilt í búkinum ella høvdinum, og at viðkomandi tekur seg burtur frá øðrum næmingum. Ofta hevur tað gingið hampiligt til fimta- ella sætta flokk. Í miðnámi fella hesi mangan frá. Tað, sum ger ilt verri, er, at foreldrini loyva barninum at verða heima, tí tey vilja verja tað frá órógv og angist. At enda vita tey ikki, hvat tey skulu gera, tí tey fáa barnið ikki aftur í skúla.
Tað er ikki nóg stór vitan innan ymsu skipanirnar um, hvussu børn og ung, sum ikki vilja í skúla, verða hjálpt, halda bæði Friberg og Ogden.
– Vit vita, at tvingsil at fáa fólk at broyta seg ikki riggar; kortini er tað tað vanligasta, hesi børnini verða møtt við. Familjurnar fáa nógvar negativar afturmeldingar frá skúlanum og øðrum. Tað besta er, um skúlarnir lata vera við at senda negativa kunning heim; teir eiga heldur at leita eftir tí, sum riggar. Men bæði skúli og lærarar tørvar mangan hjálp at takkla trupulleikan, tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera, sigur Friberg.
Siðvenja hevur verið, at børn og ung, sum ikki koma í skúla, fáa eitt ella annað slag av viðgerð; hugskotið aftan fyri hetta er, at áður enn tey kunnu megna skúlan, mugu tey megna at vera saman við øðrum sosialt.
– Í dag gera vit øvut; øll viðgerð miðar eftir, at tey skulu megna at koma í skúlan aftur, jú fyrr, jú betur, tí ert tú leingi burtur frá skúla, er tað truplari at koma aftur. Ein fyritreyt er at klára, er at man kemur í skúla. Heimaundirvísing er ikki eitt gott hugskot, tað ger bara ilt verri. Tá ið talan er um angist, so vita vit, at tað fer ikki burtur av sær sjálvum. Tað er hart at síggja eitt barn líða, men vit vita, at tað hjálpir ikki at renna undan tí, sum tú ert bangin fyri.
Kelda: forskning.no