Bloggur

Hvagar gongur leiðin?

Lydia Didriksen, fólkaskúlalærari /skúlabókavørður og B.A. og M.A. í føroyskum bókmentum og máli, bloggar

31.10.2023

Fyri nøkrum árum síðan fekk ein lærari fram undan jólum boð um, at hann hvønn fríggjadag skuldi senda foreldrum meyl, um barn teirra hevði verið í skúla hvønn dag í vikuni og til allar tímarnar. Hesin lærarin var flokslærari, so hann skuldi runt at spyrja hinar fýra lærararnar, ið undirvísti barninum, um barnið hevði verið til allar tímarnar ígjøgnum vikuna. Hetta barnið gekk í 9. flokki og var farið inn í tað 15. árið. Hetta varð gjørt hvørja viku restina av skúlaárinum. Foreldrini øntu ongantíð læraranum aftur.

Í eini norðurlendskari kanning, ið varð løgd fram fyrr í ár, kom fram, at fleiri lærara- og pedagoglesandi, ið góvust við lestrinum, høvdu verið fyri ágangandi upplivingum í samstarvi við foreldur í starvslæruni.

Tað er týðiligt, at samspælið við foreldur tekur nógva orku frá lærarum; ikki bara her hjá okkum, men eisini í grannalondum okkara. Frástøðan ímillum læraran og heimið er vorðin styttri. Ein orsøk er tøknin, ið ger, at foreldur hava møguleika at samskifta við lærarar, tá ið tað fellur teimum inn. Tað er einki nýtt í tí sum so, tí fleiri lærarar munnu hava upplivað, at foreldur hava ringt um midnáttarleitið ella sunnumorgun langt fyri kirkjutíð. Tað nýggja er heldur títtleiki.

Somuleiðis er tað eisini eitt felags vesturlendskt eyðkenni, at børn og ung siga seg vera undir støðugum trýsti í gerandisdegnum. Tey eru órógvað av endaleysum krøvum og manglandi svøvni. Alt ov nógv mistrívast. Nógvar ymiskar kanningar eru gjørdar fyri at greina, hvat tað er, ið órógvar børn og ung soleiðis. Úrslitini eru fjøltáttað, tó hava tey felags drøg. Ein krumtappur í øllum kanningunum eru vansarnir, ið fylgja í kjalarvørrinum á talgildingini.

Næmingar gera í kanningunum vart við, at tað er alt ov nógvur larmur í skúlum. Hesin larmur  forðar teimum at hugsavna seg og læra. Hetta sást eisini týðiliga í lesivanakanningunum her heima; bæði teirri kvantitativu og teirri kvalitativu kanningini. Larmurin var darvandi fyri læringina í skúlanum, søgdu næmingarnir.

Annað, ið næmingarnir gjørdu vart við í lesivanakanningunum, var, at teimum dámdi best at lesa í pappírsbókum. Talgildu tólini, søgdu tey, brúktu tey til sosialt samskifti og at spæla á; ikki at lesa á. Fleiri nevndu, at eyguni troyttaðust at arbeiða á skíggjum.

Alt fleiri granskarar mæla til, at teldlar hoyra ikki heima í undirvísing og skúlum; í minsta lagi skulu teir flytast upp í hádeild.

Aðrir vansar, ið kanningar vísa á, er seinkað málslig menning hjá smábørnum sum fylgju av  passivari skíggjanýtslu. Her hjá okkum gera pedagogar og lærarar vart við, at fleiri børn hava ikki undanførleikar at byrja í 1. flokki; teirra orðfeingi er ov lítið, og teirra vitan er ov veik at byggja á. Tað er vanlukkuligt, tá ið vit vita, at tað hevur alstóran týdning fyri trivnaðin og sálarheilsuna hjá barninum í innskúlingini, at tað upplivir at megna avbjóðingarnar. Børn, ið ikki megna avbjóðingarnar í innskúlingini, eru í størri vanda fyri fáa sálarligar trupulleikar at dragast við seinni í lívinum.

Nógva skíggjanýtslan gongur eisini út yvir fysiska felagsskapin ímillum børn, tí sosialt verða børnini ikki strimbrað og ment. Tey eru ov lítið saman við øðrum børnum; tey spæla ov lítið saman við øðrum børnum, og tey røra seg ov lítið. Bæði børn og ung gera vart við, at tey  kenna seg einsamøll og mangla fysiskan felagsskap við onnur; bæði vaksin og børn/ung.

Svøvnmangul er eisini ein eyðsýndur trupulleiki, eins og manglandi hugsavnan, vantandi emotionell sambond við onnur, trupulleikar at djúphugsa, kognitiva ávirkanin á minni, ið streymurin av stimuli virkar á.
Samanberingin við onnur á netinum kann birta í undirlutakenslu, tí bara tað perfekta er nóg gott. Summi foreldur gera børnunum eina bjarnatænastu, tá tey skriva uppgávur og stílar fyri tey, so tey kunnu fáa so høg próvtøl sum gjørligt; soleiðis virka tey við til at leggja trýst á børnini. Mangir lærarar munnu kenna til, at næmingar brádliga skriva stílar til topppróvtøl, men tá royndir ella próvtøka er, fella próvtølini fleiri stig.

Ein serliga hættisligur faktorur, ið hóttir sjálvkensluna hjá børnum og ungum, er happingin ígjøgnum talgildu miðlarnar. Nýggj kanning vísti herfyri, at henda happingin vindur upp á seg.

Fleiri kanningar vísa, at tað er ein samanhangur ímillum mistrivnað og skíggjanýtslu. Tað er eisini týðiligt í føroysku lesivanakanningunum, at børn, sum lesa mest, trívast best í skúlanum. Somuleiðis sæst, at børn, sum hava holla vitan um umheimin, trívast best í skúlanum. Tey eru mest jalig í teirra útsagnum um skúladagin. Tey eru eisini tey, ið brúka minst tíð í talgilda heiminum.

Granskarar mæla til at avmarka skíggjanýtsluna hjá smábørnum heima og í ansingini, at fáa talgildu tólini út úr innskúlingini og miðdeildini. Eisini mæla teir til at styrkja fakligu útbúgvingina hjá pedagogum og lærarum, so tey hava betri fakligar førleikar.

Fjáltur er á teimum vaksnu, tí øll vilja børnunum tað besta. Øll vilja, at tey trívast og kenna seg væl og hava hug at spæla og læra. Ymisk uppskot hava verið og eru frammi um, hvussu trivnaðurin kann bøtast.
Tey flestu uppskotini, ið eru frammi í almenna rúminum, snúgva seg skúlan; so sum at  avmarka tíðina hjá børnum í skúlanum; at taka fak burtur og at minka um krøvini, ið skúlin setir børnum.

Lítið frættist um skíggjanýtslu og samstarv ímillum foreldur, fakbólkar og myndugleikar. Vansarnar, ið eru nevndir omanfyri, og sum eru endurgivnir úr ymsum kanningum, verða sera sjáldan nevndir alment. Fleiri føroyskar kanningar eru gjørdar; órógvandi og stundum skakandi úrslit eru vorðin løgd fram. Øll øtast eina løtu, so er tøgn.

Tað er sera umráðandi at hava í huga, at avgerðir, ið niðurraðfesta skúlan, røkka langt inn í framtíðina hjá hundraðtals børnum og raka serliga meint tey í vandabólkum.

Vit vita, at føroyska málið er í stórum vanda og undir trýsti serliga av enskum. Fleiri sláa tað upp í glens, tí tað er fínt at duga enskt. Lesiførleikin er lækkaður ógvusliga, tí alt ov lítið verður lisið. Næmingar leita føroysk orð upp ígjøgnum enskt; soleiðis brúka tey orð, ið als ikki merkja tað, sum tey vilja siga. Hetta kemur til sjóndar í teirra skrivligu avrikum. Tey dugu ikki púra vanlig orð, ið eru frekvent og skuldu havt sterkt minnismagn í teirra orðagoymslu. Trupulleikin við hesum er, at orð, ið ikki verða nýtt, fána burtur og enda í gloymskunnar havi.

Danskt er farin tíð. Tey, sum lesa og læra í Danmark, brúka málførleikan hjá foreldrunum fyri at klára seg. Næmingar megna ikki at lesa danskar bøkur. Hetta kom greitt fram í lesivanakanningunum og í samrøðum við næmingar í 6. flokki runt um í landinum. Sostatt er danskt ikki longur eitt amboðsfak.

Støddfrøðin stendur ikki mát longur. Lærarar í miðnámi og á hægri skúlum gera vart við, at næmingar skilja og duga ikki nóg væl grundleggjandi øki innan fakið. Handaligu og skapandi lærugreinarnar eru at kalla horvnar.

Hvar eru myndugleikarnar? Hvør er teirra ætlan?Foreldur, pedagogar, lærarar og myndugleikar eiga øll lut í og ábyrgd av framtíðini hjá børnum. Sum er, eru børnini vorðin reikandi brúkarar, ið verða stýrdir av listinlærdum algoritmum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni