Tíðindi
25.04.2016
Tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar eru ikki eins høgt í metum og tær hugvísindaligu millum teirra, sum lesa til lærara á Námsvísindaligu deildini á Fróðskaparsetri Føroya.
- Tey lesandi halda, at tær náttúruvísindaligu lærugreinirnar eru týdningarmiklar, men ikki eins týdningarmiklar og næmingarnir í 8. og 9. flokki skúlaárið 2012-2013 halda. Orsøkin kann vera, at fleiri teirra hava ikki havt hesar lærugreinir leingi, sigur Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði, náttúru og tøkniundirvísing á Námsvísindadeildini.
Tað er ikki eitt krav at hava til dømis alis- og evnafrøði fyri at verða tikin inn á læraraútbúgvingina, og hetta er fult í samsvari við fatanina, at læraraútbúgvingin er ein hugvísindalig útbúgving. Tí eru føroyskt, danskt, enskt, søga og kristni hægri í metum enn lívfrøði og alis- og evnafrøði.
- Sama rák er aðrastaðni, og har hava tey tikið avleiðingarnar av tí og eru farin undir eina læraraútbúgving, sum bara snýr seg um náttúruvísindaligu lærugreinirnar júst tí, at tað er trot á hesum lærarum. Tað er eisini trot á lærarum í náttúruvísindaligu lærugreinunum í Føroyum, og eitt ella annað má gerast, soleiðis at fleiri taka hesar lærugreinirnar. Tey lesandi hyggja eisini at, hvussu nógvar tímar ein lærugrein fær á tímatalvuni í fólkaskúlanum. Fær lærugreinin fáar tímar, velja tey hana frá, tí vandin er størri ikki at sleppa at undirvísa í henni. Í so máta velja tey lesandi eftir, hvussu lærugreinirnar verða raðfestar.
Av bókligu lærugreinunum er størsti munurin á lesandi og næmingunum at finna í lærugreinunum kristnikunnleiki, og søga & samtíð, ið tey lesandi halda vera nógv týdningarmeiri enn næmingarnir.
Eins og hjá næmingunum í fólkaskúlanum er samanhangur millum, hvussu nógvar tímar lærugreinin hevur, og hvussu stóran týdning, teir halda, at hon hevur. Tó halda tey lesandi á Námsvísindadeildini, at tær kreativu lærugreinirnar hava størri týdning samanborið við, hvat næmingarnir í 8. og 9. flokki halda.
- Tað kundi bent á, at tey lesandi hava hug at royna tær lærugreinirnar saman við teimum bókligu, tá ið tey koma út í skúlan at undirvísa.
Tað eru næmingar í 8. og 9. flokki skúlaárið 2012-2013, sum eru spurdir í kanningini; hetta eru 1222 næmingar í 21 skúlum, svarandi til 84 prosent av samlaða næmingatalinum í hesum flokkum. Tey læraralesandi, sum hava svarað somu spurningurin, eru 142 í tali; tað svarar til 67 prosent av teimum lesandi. 61 prosent eru konufólk.
Erla Olsen umrøður hesi viðurskifti nærri í viðgerð, sum er í Frændafundum, ið júst er komin út í bók.