Tíðindi

Hugvísindahugaði skúlin

Tað eru greiðar ábendingar um, at okkara skúli í stóran mun er hugvísindahugaður. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar

29.04.2016

Í seinasta Frændafundum hevur Erla Olsen, Ph.d., adjunktur í lívfrøði & náttúru og tøkniundirvísing, forvitnisliga grein undir heitinum “Týðandi og minni týðandi lærugreinar - ella søgan um hugvísindaliga skúlan”. Greinin byggir á føroyska kanning, sum er partur av granskingarsamstarvi um skúlaviðurskifti, sum hevur verið seinastu árini millum Kennaradeildina á Háskóla Íslands og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya.

Fyrri partur av greinini snýr seg um hugburðin hjá skúlanæmingum og læraralesandi til ymisku lærugreinirnar í fólkaskúlanum. Kanningin vísir m.a., at bæði næmingar og lesandi halda, at bókligar lærugreinar eru týdningarmeiri enn handaligar lærugreinar. Hetta er áhugavert, tá vit hava í huga, at tað ofta verður ført fram, at handaligu og skapandi lærugreinarnar ikki verða nóg høgt raðfestar í skúlanum. Í seinna parti í greinini verður eisini ávíst, at í mun til grannalondini, so er tímatalið til handaligar og skapandi lærugreinar hjá okkum ikki serliga høgt.

Bæði næmingar og lesandi eru samd um, at týdningarmestu lærugreinarnar eru føroyskt, enskt og støddfrøði. Hetta kemur valla óvart á nakran. Hinvegin er tað órógvandi, at meðan næmingarnir meta alis- og evnafrøði lutfalsliga frammarlaga, so kemur alis- og evnafrøði í aftastu røð hjá teimum lesandi. Tað er ein sannroynd, at á Læraraskúlanum/Námsvísindadeildini hava bert hendinga linjufakshold í alis- og evnafrøði verið seinnu nógvu árini, og í náttúru og tøkni verður næsta holdið, yvirhøvur, liðugt við lesnaðin nú í summar. Alt bendir á, at tey, ið søkja inn at lesa til lærara, frammanundan ikki eru so áhugað í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Sama rákið er kent í øðrum framkomnum londum. Náttúruvísindaligu lærugreinarnar hava lítlan áhuga millum ungdóm. Í flestu londum verður hetta tikið í størsta álvara, tí loysnirnar á stóru avbjóðingunum í framtíðini eru og vera í mestan mun tøkniligar.

Annar táttur í greinini viðger tímatalið til ávikavist hugvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum. Tilsamans standa náttúruvísindaligu lærugreinarnar (í framhaldsdeildini) fyri 26% av tímunum. Taka vit støddfrøði, sum stendur fyri 19%, burturav, so eru bert 7% av tímunum eftir til aðrar náttúruvísindaligar lærugreinar. Hetta er í minna lagi í mun til grannalondini.

Verandi lærugreinabýti byggir á langar siðvenjur, og tí er spurningurin, um lærugreinabýtið ikki eigur at verða endurskoðað. Í juni 2013 setti norska stjórnin nevnd at meta um lærugreinarnar í fólkaskúlanum, í mun til krøv um førleikar í einum framtíðar samfelags- og arbeiðslívi. Nevndin fekk navnið “Ludvigsen-utvalget” eftir Sten Ludvigsen, professara, sum stóð á odda fyri nevndini. Endaliga úrslitið av nevndararbeiðinum varð handað í juni 2015. Eftir er so politiska viðgerðin. Nevndin mælir til, at hesi førleikaøki verða raðfest í skúlanum í einum 20-30 ára høpi. Lærugreinasermerktir førleikar, førleikar at læra, førleikar at samskifta, arbeiða saman og luttaka og førleikar at kanna og skapa.

Tað eru greiðar ábendingar um, at okkara skúli í stóran mun er hugvísindahugaður. Men hyggjuráðini eru neyvan at pjøssa um skipanina, við einum tíma meira her og einum minni har. Áttu vit ikki at tikið við læru frá norðmonnum og sett lærugreinar og lærugreinabýtið í fólkaskúlanum undir lupp?

Oddagrein í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni