Tíðindi
19.05.2023
Vit hoyra tað aftur og aftur. Lærarin hevur einsamallur ábyrgdina av alt ov nógvum næmingum til at náa teimum øllum – serliga í yngstu flokkunum. Hendan støðan er vorðin munandi truplari seinnu árini, tí gongdin er tann, at fleiri og fleiri næmingar hava tørv á, at lærarin er um teir ein og ein ella í smáum bólkum. Men tað ber ikki til, vísir Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, á, at lærarin skal vera einsamallur við upp til 26 næmingum, samstundis sum fleiri næmingar hava fyri neyðini, at lærarin er um tey ein og ein meginpartin av tíðini.
- Tað eru fleiri stórir flokkar við 24, 25 og 26 næmingum í skúlanum nú, enn tað hava verið.
Formaðurin í Lærarafelagnum vísir á seinasta §52a-fyrispurning viðvíkjandi næmingatalinum, sum landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur svarað. Hann skuldi svara við hvørji grundgeving landsstýrismaðurin hevur góðtikið, at næmingatalið fer upp um 24 næmingar í hvørjum flokki, eisini í 1. flokkum.
- Í svarinum finnur landsstýrismaðurin umberingar fyri, at 26 næmingar kunnu vera í einum 1. Flokki. Hetta er hugstoytt. Serliga tá sami persónur áður hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at lóggeva normering á seks børn fyri hvørt starvsfólk í barnagørðunum. Seks børn fyri hvørt starvsfólk í barnagarðinum í juni, og so er lærarin einsamallur við 26 av somu børnum í august sama ár, bara tríggjar mánaðir seinni. Hetta kann ikki hanga saman, men sum so ofta, so fær pípan annað ljóð, tá man fær valdið. Vit sleppa ikki endanum her.
Í røðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum síðst í apríl segði formaður felagsins, at uppgávurnar hjá fólkaskúlanum í nógvum førum eru alt ov truplar.
- Uppgávan í fólkaskúlanum er ovurhonds stór, og krøvini bara vaksa, men hóast uppgávurnar kunnu síggja út til at vera ómøguligar, noyðist lærarin í nógvum førum at standa við teimum einsamallur, tí at skúlastjórin ikki hevur aðrar møguleikar at bjóða læraranum ella næmingunum. Hóast hesar umstøðurnar, so eiga vit ein góðan fólkaskúla, sum vit kunnu líta, tað kunnu vit takka góðum lærarum og ótroyttiligum skúlaleiðarum fyri. Hendan støðan kann ikki standa við leingi. Tí má politiska skipanin geva lærarunum og næmingunum betri umstøður við smærri flokkum og fleiri lærarum um næmingarnar.