Tíðindi

Hugskotið til royndar- og menningarvirksemi eigur at koma úr skúlanum

- Styrkin í skipanini við royndar- og menningarvirksemi er, at tað eru lærarar og skúlar, sum gera sær tankar um okkurt ávíst, teir vilja royna, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

17.03.2021

At Undirvísingarstýrið hevur í hyggju at heita á skúlar um at fara undir royndar- og menningarvirksemi, sum tekur støði í koronaskúlanum, hóvar ikki formanninum í Føroya Lærarafelag. Hann sær vandar í, at Undirvísingarstýrið einsamalt skal stinga út kósina á tí, sum skúlar kunnu gera royndar- og menningarverkætlanir um. Stigið til royndar- og menningarvirksemi eigur at verða tikið av skúlanum sjálvum, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Styrkin í skipanini við royndar- og menningarvirksemi er, at tað eru lærarar og skúlar, sum gera sær tankar um okkurt ávíst, teir vilja royna, mangan onkur verkætlan, sum teir halda gagnar skúlanum og næmingunum á staðnum. At tað eru teir, sum taka stigið. Tí undrar tað meg, um Undirvísingarstýrið vil hava skúlar bara at renna aftan á teimum. Undirvísingarstýrið eigur heldur at brúka orkuna til at skapa umstøður soleiðis, at tá ið skúlar vilja royna okkurt, so kann Undirvísingarstýrið skipa fyri, at tað ber til, tá ið talan er um játtan, karmar, eftirmeting og so framvegis.

Formaður Føroya Lærarafelags sær vansar fyri sær, um Undirvísingarstýrið er fremst at seta út í kortið, hvat skúlar vilja royna og menna.

- Um Undirvísingarstýrið tekur stigið, kemur stigið til verkætlanina ikki úr skúlanum, og bara tað er í sjálvum sær ein trupulleiki. Tá eru tað ikki lærararnir á staðnum og skúlin sjálvur, sum eigur tankarnar aftan fyri tað, og ognarskap av tí, sum skal kannast nærri og mennast. Tey, sum vita best um einstaka skúlan, eru lærararnir og leiðslan á staðnum, tí eru tað tey, ið eiga at taka fyrstu fetini móti eini royndar og menningarætlan.

Hóast koronaskúlin hevur verið ein serligur skúli fyri alt skúlaverkið, er tað ikki nóg góð orsøk at fáa skúlar bara at gera royndar- og menningarvirksemi í júst hesum evninum.

- Vil Undirvísingarstýrið fáa størri vitan um koronaskúlan, so kann stýrið heita á fólk á Námsvísindadeildini um at granska hetta, møguliga í samstarvi við skúlar. Tá ið talan er um royndar- og menningarvirksemi í fólkaskúlanum, er tað betri, um skúlarnir sjálvir sleppa at gera sær tankar um, hvat teir vilja royna. Hugskotið til royndar- og menningarvirksemi eigur at spretta úr skúlanum sjálvum. Tað er tað bara fyrimunir við. Seinni árini hevur verið  stýrt, hvørjar verkætlanir í skúlanum hava fyrimun, eitt nú í fjør, har tey m.a. søgdu, at verkætlanir, sum hava við PLF og sjálvstýrandi toymi at gera, hava fyrimun. Tað er keðiligt og óheppið. Var støðan soleiðis, at skúlar als ikki høvdu hug at gera royndar- og menningarvirksemi, var øðrvísi, men soleiðis er ikki. Hugskotini tróta ikki. Tí eiga skúlarnir sjálvir at gera av, hvat teir vilja gera royndar- og menningarvirksemi í, og hesum tankunum kann skipanin lofta.

Les eisini: http://www.skulabladid.fo/heita-á-skúlar-at-gera-royndir-við-støði-%C3%AD-koronaskúlanum


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni