Tíðindi
19.10.2023
Frits hevur málað ein serstakan skúlamálning til Lærarafelagið, nú felagið fylti 125 ár ólavsøkudag.
Frits fer at siga nøkur orð um málningin, og Guðrun Sólja Jacobsen fer eisini at syngja nakrar av barnarímunum hjá Hans Andriasi Djurhuus.
Hugnaløtan er sett at vera 20. oktobur, sum er á føðingardegnum hjá Hans Andriasi Djurhuus, lærara og skaldi. Hans A. Djurhuus ríkaði barnalívið við sínum skaldskapi, har t.d. Barnarímurnar eru ein varði.
Harafturat verða myndirnar, sum Elinborg Lützen teknaði til barnarímurnar, vístar á stórskíggja.
Kaffi, te og køka verða at fáa.
Føroya Lærarafelag