Tíðindi
05.04.2023
Lesing hevur nógvar ágóðar fyri barnið nú og seinni í lívinum. Fleiri kanningar vísa, hvussu umráðandi lesing er fyri málmenningina, og hvussu barnið fer at klára seg seinni í skúlalívinum. Tað er staðfest í fleiri samanhangum, hvussu umráðandi hetta er fyri børnini, men hvat hugsa foreldur?
Nú hava granskarar við Læringsumhvørvisdepilin á Universitetinum í Stavanger í samstarvi við starvsfelagar frá Lesisentinum gjørt eina kanning, har foreldur eru spurd.
Foreldur og starvsfólk eru ofta spurd, um tey lesa fyri børnum sínum, hvat fyri bøkur tey lesa, og um tey eru á bókasavni av og á. Men eitt er gloymt í øllum hesum: at lesing er ein uppliving fyri allan kroppin.
Lesing uppliving fyri allar sansir
Í sambandi við kanningina hava granskarar hugt at tí, tey nevna sensorisku og rúmligu aspektini við lesing.
– Tá ið talan er um sensorisk aspekt hugsa vit um ljóð í umhvørvinum, so sum tónleik ella larm frá ferðslu, hvussu við halda í bókini, hvørjir luktir eru í umhvørvinum og tað visuella, so sum myndir og litir, sigur Natalia Kucirkova, professari við Læringsumhvørvisdepilin.
Tey rúmligu aspektini hava við tað fysiska at gera: hvussu tú situr. Er tað í eini sofu ella á gólvinum? Eru tað pútur at sita á? Rætt og slætt um rúmið er gott at vera í.
– Hetta er ongantíð kannað fyrr, sigur hon.
Fysiskt samband við barnið
– Tá ið vit tosa um lesing og menningina hjá barninum, hugsa vit mangan mest um tað fakliga. Tað, sum hevur samband við málmenning og orðfeingi, sigur professarin.
Hon sigur, at foreldur hinvegin eru meiri upptikin av sambandinum við børn síni og dygdartíðini, sum lesing leggur upp til. Eitt av foreldrunum sigur í kanningini:
“Eg haldi, at tá tú situr saman og hevur uppmerksemið í bókni, so er tað ógvuliga sterkt (...) Meiri enn tá tú situr og hyggur í sjónvarp. Tað kennist tættari og meiri inniligt, haldi eg.”
– Tað at sita saman og løtan, sum verður skapt saman við barninum, er ógvuliga týðandi, sigur hon.
Ein hugnaligur krókur hevur nógv at siga
– Tað at hava eitt gott stað at sita, til dømis ein góðan sofakrók við pútum at sita í, hevur faktiskt nógv at siga, tá ið vit hugsa um lesirutinur heima, sigur granskarin.
Hon sigur, at onnur viðurskifti, sum eisini hava týdning, er ljóð í rúminum ella ljóð, sum koma uttanífrá.
– Tað verður mangan hildið at hava negativt árin á lesingina, um órógvandi ljóð eru, meðan lisið verður fyri barninum, sigur hon.
Granskarin heldur, at hetta kann vera ein orsøk til, hví tað er lættari at hava eina góða lesirutinu í summum heimum heldur enn øðrum. Fyri upplivingina hjá barninum leggja granskarar dent á týdningin av dygdini á bókini og umhvørvið rundan um lesiløtuna.
– Foreldur siga frá, at í bókum, har børn kunnu føla upp á teksturar, gerast børnini meiri eldhugað. Hetta er aftur stimbrandi fyri áhugan fyri barnabókini, sigur granskarin.
Orsakað av hesum halda granskararnir, at foreldur hava eina hierarkiska fatan av, hvat sansirnir hava at siga fyri lesingina hjá barninum, har tað visuella og sansainntrykk við at røra við tekstur til dømis verður hildið at hava stóran týdning.
Munur millum mammur og pápar
Kanningarnar, sum verða umrøddar, eru gjørdar hvør eftir aðra. Í fyrru kanningini luttóku foreldur at børnum í aldrinum eitt til fýra ár, sum hava verið við í verkætlanini, bókabyrjan; samrøða var gjørd við tey. Í seinnu kanningini svaraðu 1000 foreldur at børnum í aldrinum trý til seks spurningum í einum spurnablaði.
– Í báðum kanningunum vórðu foreldur spurd um, hvat tey halda skal til fyri eina góða lesiløtu, og hvussu lesiløturnar heima hjá teimum eru, sigur Kucirkova.
Í spurnablaðskanningini kom tað fram, at mammur og foreldur við hægri útbúgving oftari søgdu, at tey lósu fyri børnum sínum samanborið við foreldur við lægri útbúgving.
Pápar søgdu oftari enn mammur, at umstøðurnar at lesa hava nógv at siga. Granskararnir sóu eisini, at foreldur, sum hava høga útbúgving, løgdu størri dent á tað visuella og sensoriska aspektið í lesiløtuni.
Verkætlanin bókabyrjan
* Norska Foreningen !les hevur tikið stig til verkætlanina.
* Verkætlanin hevur til endamáls at geva ókeypis bøkur og tilfar um málmenning til smábørn og foreldur teirra í samstarvi við heilsudeplar og bókasøvn.
* Endamálið er at styrkja leiklutin hjá foreldrum, tá ið talan er um menningina av máli og samleika og leggja til rættis lesihug og seinni lesi- og skriviførleikarnar hjá børnunum.
Kilde: bokstart.no og forskning.no