Tíðindi

Hugfangandi nýtt lívfrøðitilfar

Nám hevur latið gera nýtt lívfrøðitilfar, sum leggur upp til kannandi, reflekterandi og verkliga undirvísing.

18.06.2024

Nýggja tilfarið er ein tíðarhóskandi, talgild útgávuheild til undirvísing í lívfrøði í 7., 8. og 9. flokki. Útgávan er gjørd í samstarvi við lívfrøðilærarar, og stórur dentur er lagdur á at skriva og snikka tekstir og uppgávur til, so tey eru góð hjá næmingunum at lesa og arbeiða við.

Tað er eyðsýnt, at undirvísingartilfarið er grundað á vitan. Á fakliga vitan um lívfrøði. Og á vitan um, hvat er frálæruliga, tekstaliga og málsliga gott, greitt og hugfangandi undirvísingartilfar til 12-15 ára gomul børn og ung. Aftrat hesum er nýggja tilfarið í lívfrøði grundað á ítøkiliga vitan um, hvat slag av undirvísing og tilfari føroyskir lívfrøðilærarar vilja hava.

Áðrenn arbeiðið við at gera nýtt tilfar til lívfrøði fór í gongd, bleiv avgerð tikin um hoyra lærararnar, hvat slag av undirvísing teir vildu hava, og hvat slag av tilfari teir skuldu brúka. Fyri at kanna hetta bjóðaði Nám í tveimum umførum til lærugreinadag at viðgera lærugreinina lívfrøði.

Einir 30 lívfrøðilærarar kring landið vóru við í hesi yrkisligu viðgerðini, sum vísti, at lærararnir kundu hugsað sær:

* Nýtt tilfar við góðum spurningum og einføldum uppgávum til verkliga undirvísing.
* Tilfar við tekstum, sum skulu vera so lættir at lesa sum til ber.
* Tilfar til verkstovuundirvísing.
* Tilfar, ið styðjar upp undir at gera læring livandi og virkna.
* Tilfar, ið leggur upp til, at næmingarnir skulu sleppa at gera framløgur í flokkinum.
* Ungdómsviðkomandi tilfar.
* Tilfar, ið styðjar upp undir djúptøkna, kannandi og reflekterandi undirvísing í lívfrøði.

Tilfarið fevnir um hópin av verkevnum at fara í dýpdina við og leggur upp til, at næmingarnir sleppa at royna fleiri ymisk háttaløg til lívfrøðiligar kanningar. Tilfarið leggur eisini upp til, at næmingarnir sleppa at royna seg við at leggja fram í flokkinum.

Tað er longu atgongd til tilfar um nítjan ymisk lívfrøðievni. Sí: livfrodi.nam.fo.

Eftir summarfrítíðina verður atgongd til tríggjar lívfrøðipartar aftrat. Og við teimum er heildarútgávan í lívfrøði til 7.-9. flokk fullfíggjað við 22 nýggjum undirvísingarpørtum.

Brot úr grein, sum Enna Garðshorn Mikkelsen hevur skrivað í Skúlablað nr 3, 2024, sum júst er komið. Heini Nygaard hevur tikið myndina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni