Tíðindi
08.12.2016
Tað er tó ikki bara fyri at standa seg væl í PISA-kanningum, at náttúruvísindaligur áhugi hevur týdning, men teir næmingar, sum hava áhuga fyri náttúruvísindum, eru eisini meiri sannlíkir at leita sær náttúruvísindaliga starvsleið. Fallandi talið á lesandi, serliga kvinnum, sum velja at lesa náttúruvísindalig evni, verður í nógvum OECD-londum mett at vera eitt vandamál, sum politikarar taka í álvara, og tí metir PISA tað vera týdningarmikið at kanna hugburðin til náttúruvísindi, soleiðis at vitan fæst um, hvørt minkingin í náttúruvísindaligum áhuga heldur fram.
Eisini er umráðandi at virða náttúruvísindaligu tilgongdina til kanningar, tí við at nýta góðkendar náttúruvísindaligar mannagongdir er útvegað nógv nýggj vitan, ikki bara í náttúrvísindum, men eisini í samfelagsvísindum, búskapi og ítrótti. At viðurkenna virðið á náttúruvísindaligu kanningartilgongdini verður í stóran mun mett sum grundarlagið undir náttúruvísindaligari uppaling.
Næmingar eiga at skilja, hvussu náttúruvísindaligar kanningartilgongdir fara fram, og hví tær í flestum førum hava verið meira væleydnaðar enn aðrar tilgongdir. Hetta merkir tó ikki, at neyðugt er at vera jaligur mótvegis øllum náttúruvísindaligum táttum. Tað, sum mátað verður, er hugburðurin hjá næmingunum til tað at nýta náttúruvísindaligar arbeiðshættir at kanna fysisk og sosial fyribrigdi, og tað innlit, sum verður fingið við at nýta slíkar arbeiðshættir.
Umhvørvisligt tilvit verður mett at hava stóran altjóða týdning, og tað er ikki bara av umhvørvisligum, men eisini av fíggjarligum ávum. Nógvar altjóða kanningar hava verið gjørdar, og í 2005 avgjørdi UNESCO (útbúgvingar-, vísinda- og mentanarstovnurin hjá sameindu tjóðum), at umhvørvið skal inn í allar útbúgvingarskipanir.
Vegna stóra týdningin, sum umhvørvisviðurskifti hava fyri framhaldandi lívi á jørðini, og fyri umstøðurnar hjá mannaættini, mugu ungdómar skilja grundleggjandi meginreglurnar í vistfrøði og tørvin á at liva innan fyri hesar karmar. Tí er uppgávan at menna umhvørvistilvit og ábyrgdarfullan hugburð mótvegis umhvørvinum ein týdningarmikil partur av nútíðar útbúgving í náttúruvísindum.
Kelda: PISA-frágreiðingin 2015
Mynd: Rannvá Egholm