Tíðindi
19.12.2016
Landsstýriskvinnan hevur fleiri ferðir borið upp á mál, at málsliga menningin hjá børnum skal verða raðfest. Fyrsta stigið í hesum arbeiði verður hugaroksdagur í januar, har øll tey, ið hava eitt hugskot ella uppskot um, hvussu málið kann mennast, kunnu geva sítt boð. Umframt hevur hon tikið avgerð um, at partur av játtanini til tiltøk til børn og ung, tað sum verður rópt veddingarpengarnir, verður oyramerktur til verkætlanir, ið hava við málsliga menning at gera.
- Fólk, sum hava hug at fara undir verkætlanir til frama fyri málsliga menning hjá børnum í dagstovnaaldri, kunnu søkja; eisini verkætlanir, so sum tilboð til foreldur, frítíðartilboð, herferðir og annað, ið hevur samband við málsliga menning, eru áhugaverdar í hesum sambandi. Vónandi fáa vit tryggjað, at tað verður eitt fjølbroytt tilboð kring landið, sum skikkað fólk á økinum stíla fyri, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.
Nógv verður gjørt burtur úr at menna málið hjá børnum í fólkaskúlaaldri við hóskandi tilfari, heldur landsstýriskvinnan.
- Vit eiga at fara miðvísari til verka, tá ið talan er um børn á dagstovni og í vøggustovu.
Í oktober varð bóklingur við stevnumiðum fyri dagstovnaøkið almannakunngjørdur. Í bóklinginum eru nógv føgur orð um, hvat námsfrøðingarnir á dagstovnunum kunnu leggja dent á í arbeiði sínum; málsliga menningin fær ikki nógva rúmd, hóast granskarar um allan heim, eisini okkara egnu granskarar á økinum, javnan vísa á, hvussu stóran týdning málsliga menningin hevur so tíðliga sum til ber í lívinum hjá børnum. Landsstýriskvinnan vísir á, at bóklingurin er ikki fyriskrivandi, bara vegleiðandi og eitt tilboð.
- Bóklingurin var liðugur, áðrenn eg kom í Mentamálaráðið, so eg havi ikki havt ein fingur við í spælinum um, hvussu innihaldið í honum er. Hann leggur stóran dent á tað fólkaræðisliga, at børn læra at hava samábyrgd og aðrar stórar tankar; fortreyt fyri øllum teimum føgru orðunum í fólkaskúlalógini og dagstovnalógini er ríkt og fjølbroytt orðfeingi.
Landsstýriskvinnan heldur ikki, at tað er ein gongd leið, at Mentamálaráðið áleggur dagstovnunum at brúka ávíst tilfar ella ávísar arbeiðshættir; nógvir dagstovnar brúka TRAS, sum er føroyskt kanningartilfar at staðfesta málsligu støðuna hjá børnum, og somuleiðis Málspølini, sum hava til endamáls at menna málið hjá børnum undir og um skúlaaldur, men ikki allir dagstovnar gera nýtslu av hesum.
- Tað tænir ongum endamáli, at vit stýra tí námsfrøðiliga frælsinum, sum námsfrøðingar hava, og taka ræði av leiðslunum á dagstovnunum; tað er teirra uppgáva at mynda arbeiðið, sum fer fram har, og tilboðið, sum teir veita. Eg trúgvi ikki uppá, at nakar dagstovnur sigur, at málslig menning ikki er umráðandi.
Vit vita, at tilboðið til børn og ung kring landið er misjavnt, summa staðni ógvuliga gott, summa staðni minni gott, og tí verður tað áhugavert at síggja, hvat fer at koma burtur úr, nú fólk kunnu søkja pengar til verkætlanir, sum hava til endamáls at menna málið, heldur landsstýriskvinnan.
- Tað, sum hevur størstan týdning, er at gera vart við og varpa ljós á týdningin at menna málið hjá børnum frá føðing av, bæði tá ið talan er um foreldur og tey, sum eru um børn í sínum arbeiði. Tað skerst ikki burtur, at eitt væl ment mál hevur grundleggjandi týdning fyri læringina, og hvussu tú mennist sum heild. Vit mugu byrja onkustaðni; stendur tað til mín, so leggja vit til brots komandi ár við verkætlanum í málsligari menning til børn undir skúlaaldri, og árið eftir við lesiátøkum fyri allar aldursbólkar.
Mynd: Birgir Kruse