Tíðindi
13.05.2020
Fyri at kunna taka lut, skalt tú vera eldri enn 18 ár og í starvi. Møguleiki er fyri at hava samrøðuna, ið verður uml. 45 min. til longdar, andlit til andlits ella umvegis telefon. Tørvur er á 20 fólkum. Hevur tú hug at taka lut, ella um tú hevur spurningar um verkætlanina, kanst tú senda t-post til: annika@health.fo.
Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt er ætlanin at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.
http://www.skulabladid.fo/hvussu-ávirkar-frástøða-og-avbyrging-sálarheilsuna