Tíðindi
25.08.2016
- Eg haldi, vit hava ein rættiliga góðan fólkaskúla í Føroyum, sigur Hans Jón Thomsen, nýggi stjórin í Hoyvíkar Skúla, sum tók við skúlastjórastarvinum tann 17. mars 2016.
Tað liggur nógv í hesi útsøgnini hjá Hans Jón, tí við skúlaársbyrjan, nú frískúlin, Lítliskúli, læt upp, ljóðaði, at grundin til, at vit hava frískúlar er kanska ein mótleikur til fólkaskúlan.
- Tann myndin, sum eg havi, hví fólk velja ein frískúla, er ikki beinleiðis grundað á, at vit hava ein vánaligan fólkaskúla, men fólki dámar ymisleika. Altso, hatta er eitt skúlatilboð, sum varðir um tey meiri kreativu viðurskiftini, tó at eg haldi, at fólkaskúlin er eisini rættiliga kreativur.
Nýggi skúlastjórin í Hoyvíkar Skúla sigur, at sum foreldur hevur tú eitt val, og tað valið eiga vit at hava virðing fyri.
- Ikki tí at tey siga, at hitt nyttar einki, er keðiligt ella vánaligt, men søgan var, at ein frískúli verður stovnaður, tí at foreldur velja fólkaskúlan frá.
Hans Jón leggur dent á, at velur tú eitt, so velur tú eitt annað frá, men tað er ikki tí, at hitt er vánaligt. Hann heldur, at kjakið um fólkaskúlan er so køvandi negativt: tvørrandi játtan, strongd, niðurpíning.
- Vit hava ein sera góðan fólkaskúla, sigur hann sannførdur.
Hann sigur sum skúlastjóri um sín stóra granna, Skúlan á Løgmannabreyt, har hann var lærari í seks ár, at tað eru nakrar logiskar grundir til, at tað er fult teknað á Løgmannabreyt, tí at Løgmannabreyt er ein góður skúli. Men tey velja ikki Hoyvíkar Skúla bara av neyð. Tey eru eisini trygg við, at koyra tey barnið í Hoyvíkar Skúla, so er signalið úteftir, at hetta er ein góður skúli.
Tey seinnu árini hevur Skúlin á Løgmannabreyt verið yvirbókaður. Frágongdin úr Hoyvíkar Skúla er minkað eitt vet. Tey mongu seinastu árini hevur hesin skúlin havt tveir flokkar av hvørjum árgangi. Tað vísir seg nú, at tann árgangurin, sum er byrjaður í 1. flokki hetta skúlaárið – 2016/17, er ein lítil árgangur. Tað vil siga, at Skúlin á Løgmannabreyt fær tveir flokkar, og Hoyvíkar Skúli fær bara ein flokk. Tað ber í sær, at Hoyvíkar Skúli missir einar 20 næmingar í 1. flokki.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Skúlin á Løgmannabreyt, ið sambært Hans Jón er ein góður skúli, og tí vilja nógv foreldur hava síni børn hagar. Men skúlin er yvirbókaður – fullur. Tað hevur tey seinnu árini havt við sær, at mong av teimum, ið flyta til Føroya at búgva, senda fyrispurning til Hoyvíkar Skúla. Eisini tí at mong teirra flyta til Hoyvíkar, tann nýggja býin í býnum Tórshavn. Og frá teimum koma fyrispurningarnir til Hoyvíkar Skúla.
- Men vit síggja í ár, at Hoyvíkar Skúli hevur havt eina tilgongd upp á 20 næmingar. So hóast vit missa ein flokk í 1. flokki, veksur næmingatalið hjá okkum, tí vit fáa so nógvar næmingar, sum flyta til.
Hesir næmingar koma allastaðni frá. Bæði úr øðrum bygdum í Føroyum, umframt at tað gleðiliga er hent, at fólk koma heimaftur á klettarnar, eitt nú úr Danmark og fjarskotnum londum sum til dømis Argentina, Bolivia og Italia. Hetta eru føroyingar, her annað av foreldrunum er føroyingur. Í fleiri førum eru bæði føroyingar. Í onkrum føri er pápin útlendingur og mamman føroyingur ella øvut.
Tilgongdin til Hoyvíkar Skúla í ár er altso stór.
- Tað er gleðiligt, at tann stóra tilgongdin er, og vit hava nøkur hamrandi dugnalig starvsfólk. Foreldrini eru trygg við at lata síni børn koma í henda skúlan, og tað vil eg ógvuliga fegin hava fram, sigur Hans Jón Thomsen, stjóri í Hoyvíkar Skúla.
Myndin:
Nýggi stjórin í Hoyvíkar Skúla, Hans Jón Thomsen, fegnast almikið um, at næmingatalið í skúlanum veksur. Hann fegnast ikki minst um, at Hoyvíkar Skúli er ein góður skúli sum ein partur av tí sera góða føroyska fólkaskúlanum
Tekstur og mynd: Sonne Smith