Tíðindi
27.01.2024
Skúlastjórin Kristianna Jacobsen legði fyri við at bjóða vælkomin. Í røðu síni greiddi hon stutt frá ræðuleikunum í Ruanda, og frá sera hóskandi morgunsanginum Imagine, sum ein næmingur valdi at spæla til samling í gjár, og endaði við áheitanini "Latið okkum vera tey, sum rópa "ONGANTÍÐ AFTUR"".
Skráin var sera góð og fjølbroytt, og næmingarnir fylgdu hugagóðir við av stórum áhuga.
Heilt serligt fyri okkum, var at hoyra Marthu Rógvadóttir Thorsen og Markus Magnussoni í 9. flokki, greiða frá hvat tey hava fingið burturúr arbeiðinum við holocaustdegnum. Vit eiga sanniliga skilagóðar næmingar við greiðum meiningum. Tey kunnu vera errin av sær sjálvum.
Tit síggja alt tiltakið her: https://www.youtube.com/watch?v=pEgFZNOR-3U