Tíðindi
16.06.2017
Ein heil vika varð halgað íverksetan í Danmark, har íverksetan var á breddanum í ymsum høpum runt landið.
Tveir lærarar, ið undirvísa í íverksetan í Eysturskúlanum – Ingi á Smið og Peter H. Niclasen – tóku lut á stevnuni, umframt at teir vitjaðu skúlar í Odense, ið hava íverksetan á tímatalvuni; teir vóru umframt til stóra finalustevnu í Fredericia, har næmingar úr fólkaskúlum, miðnámi og lærdum háskúlum løgdu fram virkisætlanir sínar.
Ráðstevnan í Keypmannahavn bar heitið ’Nordic Entrepreneurship Islands’; hetta er verkætlan, ið m.a. kannar og kortleggur spjaðingina av útbúgving innan íverksetan á miðnámsstigi og hægri útbúgving í sjey norðurlendskum oyggjarsamfeløgum – t.e. norsku oynni Andøy, Pargas í Finnlandi, Bornholm, Føroyum, Grønlandi, Gotlandi og Íslandi.
Á ráðstevnuni var útgangsstøðið, at avbjóðingarnar hjá norðurlendskum oyggjarsamfeløgum m.a. vóru hesar: - at ung fólk flyta burtur og koma ikki aftur – at tað er stórt arbeiðsloysi millum ung – at ov fá størv eru at koma heimaftur til – at íverksetar og íverksetaramentan vanta.
Nøkur av tilmælunum til almennar myndugleikar vóru m.o.: - at fleiri av ráðunum arbeiða saman sum t.d. mentanar- og vinnumálaráðini – at onkur samskipandi felagsskapur fær ábyrgd – at íverksetan fær rúmd í undirvísingarverkinum frá fólkaskúla til hægri lestur – at øll undirvísing verður samskipað – at lærarar/undirvísingarkreftirnar fáa regluligan íblástur.
Eisini vórðu nakrir spurningar settir: - Hevur undirvísing í íverksetan fleiri íverksetar við sær? – Førir undirvísing í íverksetan við sær størri hugbinding til skúlan? – Kann ávirkanin av undirvísing í íverksetan mátast?
Svarið til allar hesar spurningar var JA!
Lesið grein í Skúlablað nr 2, 2017.