Tíðindi

Hevur lærarin ikki hóskandi tilfar, fær hann einki gjørt

Framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan vil raðfesta, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna við skúlamálum.

07.12.2015

 

Forløgini, ið framleiða upprunaføroyskt tilfar til undirvísing og til børn og ung sum heild, hava síðstu árini mangan víst á, at játtanirnar, tey fáa á løgtingsins fíggjarlóg eru ov lítlar at megna ta stóru uppgávuna og ábyrgdina tað er at veita nóg mikið av dygdargóðum tilfari til undirvísing og framíhjálestur. At framleiða upprunaføroyskt tilfar til næmingar til skúlabrúks og framíhjá er kostnaðarmikið, ikki minst um tað eisini skal vera talgilt, og tað er kravið í dag.
- Framleiðsla av viðkomandi og dygdargóðum upprunaføroyskum tilfari er eitt av økjunum, sum henda samgongan raðfestir høgt, og tá ið fíggjarligu sjógvarnir eru slættaðir, verða hetta øki, vit fara at styrkja.

 

Uttan fjølbroytt tilfar kunnu vit ikki tosa um læring fyri øll, og tað er fyrst og fremst uppgávan hjá forløgunum, ikki lærarunum sum einstakligar, at framleiða viðkomandi, fjølbroytt og dygdargott tilfar, sigur Rigmor Dam.
- Tað fyrsta, sum skapar læring hjá einum og hvørjum barni, er, at barnið hevur ein góðan lærara, sum er fakliga stinnur og eldhugaður, og at hann hoyrir, sær og virðir teg sum næming. Fyri at kunna læra skalt tú hava avbjóðingar, sum hóska til títt støði, títt temperament og tín máta at læra; ein góður lærari sær, hvørjum tú hevur tørv á, sama hvørjum aldurstigi tú ert á. Tað vil siga hóskandi motivatión, sum alla tíðina flytur teg uppeftir. Hevur lærarin ikki hóskandi tilfar, bók ella talgilt tilfar, fær hann ikki gjørt so nógv. So skal hann brúka alla ta tíðina, sum hann annars skuldi brúkt til at sæð næmingin, til at framleiða tilfar sjálvur. At framleiða hóskandi tilfar til 24 næmingar tekur tíð. Tað er tí ikki av ongum, at hetta landsstýrið raðfestir førleikamenning av lærarum og leiðslum, framleiðslu av dygdargóðum tilfari og trivnað og happing. Alt hetta hongur saman og er treytað av hvør øðrum. Hesir tankarnir koma frá politikarum í samgonguni, sum hava skúlapolitiskan eldhuga, og tað í sjálvum sær er fantastiskt. Pengar kunnu vit ikki ganda, men eg vóni, at okkara raðfesting fer at síggjast aftur í einum betri skúla, og eg vóni eisini, at andstøðan, kommunurnar, tá ið talan er um samstarvseindir, og Føroya Lærarafelag, tá ið talan er um arbeiðsumstøður, fara at samstarva við okkum um hetta.

 

Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni