Tíðindi

Hevur læraraútbúgvingin nóg gott kjølfesti í fólkaskúlanum?

Læraralesandi koma úr øllum landinum, og tað eigur at vera ein fyrimunur fyri skúlan, at tað eru læraralesandi heldur enn fólk við ongum innliti í fólkaskúlan, sum arbeiða sum vikarur. Tað halda tvey læraralesandi

01.10.2020

Stendur tað til Lærarafelagið, so eigur læraraútbúgvingin at fáa betri kjølfesti í fólkaskúlanum. Felagið hevur í seinastuni fleiri ferðir víst á, at útbúgvingin flytur seg frá fólkaskúlanum, og tað er ein vandakós. Í samrøðu við Skúlablaðið í november í fjør vísti formaður Føroya Lærarafelags á, at uttanlands hava læraralærustovnarnir samstarvsskúlar við útbúnum starvslærulærarum, har tey lesandi fara út í ymsar skúlar at samrøða við lærarar á skúlanum um undirvísing, læring og menning hjá næminginum, og har tey kunnu eygleiða ymiskar undirvísingarhættir, førleikar hjá næmingum at læra og so framvegis. Hetta er ein inngrógvin partur av læraraútbúgvingini. Verður hetta sett í verk hjá okkum, verður tilknýtið hjá útbúgvingini til fólkaskúlan og lærarayrkið nógv betri, heldur hann.

Sveinur Heinason Rasmussen og Sonni Johnsson, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, halda, at tilknýtið millum útbúgvingina og fólkaskúlan kann gerast betri eitt nú gerast við, at Námsvísindadeildin gongur undan og skipar samstarv við allar fólkaskúlarnar, soleiðis at læraralesandi sleppa at arbeiða sum vikarar í skúlum í nærumhvørvinum, har tey búgva.

- Læraralesandi koma úr øllum landinum, og tað eigur at vera ein fyrimunur fyri skúlan, at tað eru læraralesandi heldur enn fólk við ongum innliti í fólkaskúlan, sum arbeiða sum vikarur. Nógv læraralesandi hava vikartímar, men nógv hava ikki. Ivaleyst er tað ein avbjóðing at fáa tað at bera til, men við einum góðum vilja hevði tað borið til. Tað hevði í øllum førum verið munadygg starvslæra, onkursvegna sum eitt lærupláss, har tú fært innlit í nógv onnur viðurskifti enn tú fært í sjálvari starvslæruni. Námsvísindadeildini átti at gingið á odda og eggjað læraralesandi at taka upp samband við skúlar, og myndugleikarnir áttu at eggjað skúlaleiðslunum at taka læraralesandi inn sum vikarar. Læraralesandi í Danmark verða sett í samband við ávísan skúla alt fyri eitt, sum tey fara undir lesnaðin; tað tryggjar teimum praktiskar royndir undir øllum lesnaðinum.

Skal hetta bera til fyri øll læraralesandi, er neyðugt at skipa tað í fastar karmar í góðum samstarvi millum skúlarnar og útbúgvingarstovnin.

- Námsvísindadeildin kundi skipað so fyri, at ávísir dagar í vikuni eru til vikartímar í skúlum; so vita skúlaleiðslurnar, at tær kunnu rokna við teimum læraralesandi teir dagarnar. Sum nú er er tað meiri tilvildin, ið ræður. Og sjálvandi skulu tey lesandi fáa løn samsvarandi tí, sum vikarar annars fáa.

Les samrøðu við Svein og Sonna í Skúlablað nr 5, 2020, sum er serblað um læraraútbúgvingina. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni