Tíðindi

Hetta vil samgongan á fólkaskúlaøkinum

Eitt barna- og undirvísingarmálaráð verður stovnað. - Vit vilja skapa betri útbúgvingarmøguleikar, økta gransking og lyfta mentan, list og mál á øllum økjum, siga teir tríggir flokkarnir.

22.12.2022

Undir evninum fólkaskúlin í samgonguskjalinum stendur, at skúlin skal menna almenna dannilsið og kveikja skapandi og verkliga hugin hjá børnunum.

-       Javnvág skal vera millumhugvísindi, náttúruvísindi og skapandilæru. Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin.

-       Vit vilja raðfesta flokslæraraleiklutin og styrkja tvílæraraskipan ı́ grunddeild. Vit vilja stytta skúladagin og endurskoða lærugreinabýtið og ynskja at lækka talið av næmingum ı́ hvørjum flokki. Vit skulu endurskoða karakterstigan, læraraúbúgvingina, førleikamál ı́ námsætlanum, skúlafrítíðina, lands- og PISA-royndir oglærara- og leiðslutíð saman við avvarðandi pørtum.

-       Nám skal uppraðfestast. Regluligur eftirútbúgvingarleistur verður skipaður fyri starvsbólkar skúlans. Meira gransking skal skipast á skúlaøkinum.

-       Eftirskúlar og háskular verða stuðlaðir og háskúlalógin broytt. Allir næmingar, sum brúka almennan flutning til eftirskúlar, háskúlar og 10. flokk, skulu javnstillast.

Á serøkinum verður sagt, at øll menniskju hava rætt til og krav upp á menning, læring og skúlagongd. Skúlin á Trøðni verður dagførdur.

-       Førleikastovurnar ı́ skúlunum og á Sernámi skulu samskipast, og kannast skal, um sálarfrøðingur kann gerast partur av førleikastovunum, umframt at samstarvið við heilsufrøðingar skal mennast.

-       Leikluturin hjá Sernámi á barnagarðsøkinum og ı́ fólkaskúlanum verður eftirmettur, so at uppgávubýti og fíggging fylgjast. Tænasturnar á serøkinum skulu miðspjaðast.

Tá ið talan er um útbúgvingar og mál sum heild hevur nýggja samgongan í sinnu ymiskt.

Skúlaskipanin og Setrið skulu leggja størri dent á frálæru og útbúgvingar ı́ KT, og føroyska málið skal raðfestast ı́ allari talgilding.

Tá ið talan er um føroyskt sum annað mál, ætlar samgongan at raðfesta frálærutilfar til lærugreinina føroyskt sum annaðmá l skal raðfestast. Sama skulu eftirútbúgving, skeiðsvirksemi og próvtøkutilfar á økinum. Fleiri tı́mar skulu játtast til undirvı́singina til børn og vaksin, og lógin um lestrarstuðul skal vı́ðkast til at fevna um drúgvu málskeiðini. Góðkenning av útbúgvingum hjá útlendingum skal fremjast.

Og tá ið talan er um móðurmálið, er ætlanin at menna og styrkja føroyska málið. Føroyskt skal gerast brúkaramál á talgildum pallum. Útboðið av føroyskum barnatilfari og ungdómstilfari verður fleirfaldað. Stuðulin til at týða tilfar verður øktur. Atgongdin hjá sjónveikum, lesiveikum og skriviveikum verður styrkt. Umstøðurnar hjá teknmáli, talulæru og øðrum samskiftishættum verða mentar. Føroyska teknmálsorðabókin verður liðugt ment.

 

Alt samgonguskjalið kann lesast her: https://kvf.fo/sites/default/files/files/Samgonguskjal%2C%2022_%20desemeber.pdf

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni