Tíðindi

Hetta ger foreldur í dag betri enn foreldur fyrr

Nú á døgum kunnu vit javnan lesa í miðlum um alt tað skeiva, sum foreldur í dag gera, men hvussu illa stendur tað í grundini til?

27.12.2024

”Fatanin í dag av barnauppaling ger børn minni robust.” Tað hevur Line Marie Warholm nýliga sagt í norska Aftenposten. Hon hevur skrivað eina bók um evnið. 

“Foreldur verja børn fyri vaksnuverðini í staðin fyri at fyrireika tey til hana,” sigur Raquel Herrero-Arias, granskari.

“Fáa vit færri børn, tí vit taka tey í ov stórum álvara?” Tað spyr Morgunblaðið og siterar Ingun Yssen, javnrættindafortalara, sum leggur aftrat, at hon ikki hevði orkað at fingið børn í dag.

“Foreldur, sum seta ógviliga stór krøv til børnini og blanda seg upp í skúladagin hjá børnum sínum “bikkja yvir tað ekstrema”,” sigur lærari í norska blaðnum, Verdens gang.

Samanumtikið – foreldur nú á døgum fáa nógv keðilig orð oman yvir seg. Men er tað í grundini so illa statt?

Ein kenslulig kollvelting

Yvonne Severinsen, sálarfrøðingur, granskar í evninum foreldur í Noregi; hetta er í sambandi við eina verkætlan á universitetinum í Oslo. Hvussu eru viðurskiftini millum foreldur og børn í dag, og hvat leggja foreldur seg eftir, tá ið talan er um uppalingina?

– Tað, sum vit síggja, er, at foreldur í Noregi í stóran mun eru stuðlandi og í ógvuliga lítlan mun eru revsandi og avmarkandi, sigur Severinsen.

Hetta slagið av uppaling er rættiliga í andsøgn við autoriteru uppalingina, sum var vanlig umleið 1950. Tá skuldu børn ikki hoyrast, og tað var púra í lagi at sláa børn. Hóast lóg um, at tað ikki longur var loyvt at sláa børn kom í gildi í Noregi í 1972, var harðskapur í uppalingini púra vanligur fram til áttatiárini, sigur Severinsen. 

Men so hendi nakað.

Sambært Severinsen hevur samfelagið verið fyri eini stórari broyting, tá ið talan er um barnafatan og somuleiðis tá ið talan er um týdningin av kenslunum fyrstu árini í lívinum hjá børnum, nakað, sum eisini hevur havt stóra ávirkan á foreldraleiklutin.

– Tann stóra broytingin er, at vit nú síggja børn innanífrá og ikki bara uttanífrá. Tað er ein lítil kollvelting.

Barnauppaling í dag er nógv betri enn fyri, undirstrikar Severinsen. 

– Tað merkir ikki, at vit ikki gera mistøk, men tað er kortini betri. Tað hevur eisini týdning at síggja tey stóru drøgini og hugsa, at vit eru komin ógvuliga langt. Tað er ikki so øgiliga langt síðan, at børn bara skuldu verða disiplinerað bara at vera har og ikki hoyrast.

Taka børn í álvara

Foreldur í dag duga nógv betur at skilja og viðurkenna, at børn hava egnar tankar og kenslur,  og at hesi hava egið virði.

– Ein ógviliga stór broyting er farin fram, tá ið talan er um, hvussu nógv foreldur vita um týdningin av uppalingini. Í dag hugsa vit børn sum menniskju við egnum tankum og kenslum og sum eru áhugað at skilja, hvussu heimurin er. Hetta var óhugsandi fyri nógvum árum síðan.

Foreldrini í kanningini hjá Severinsen svara, at tey stuðla børnunum, tá ið tey hava negativar kenslur.

– Og tað vita vit frá granskingini er gott fyri børn, sigur Severinsen. 

Ein norsk kanning vísir á, at foreldur, sum duga væl at takkla egnar kenslur og kenslurnar hjá børnunum, hava børn við færri atferðartrupulleikum.

– Við at hava stuðlandi og granskandi hugburð viðvíkjandi kenslunum hjá børnunum fáa børnini møguleikan at kenna sínar egnu kenslur betur og læra at takkla tær upp á ein góðan máta, sigur Severinsen. 

Hetta er tað, sum verður rópt at validera kenslurnar – tað øvuta av at kveistra burtur ella revsa kensluúttrykk.

– Foreldur, sum takkla vreiðina ella ógleðina hjá børnum við einum ikki-stuðlandi hugburði sum revsing ella minimering, vísa børnunum, at kenslur ikki hava týdning ella at tær eiga at verða hildnar niðri. Tað kann taka burtur møguleikarnar hjá børnum at læra kenslulívið at kenna.

Nøgd við foreldrini

Nógvar røddir eru at hoyra nú á døgum um, at henda gongdin er farin ov langt, tí tað er ov nógv barnaperspektiv og validering av kenslum og ov lítið av mørkum og mótstøðu í uppalingini.

– Eg skal vera tann fyrsta at nuansera tað, sigur Severinsen. 

– Tað er greitt, at tað kann hava avleiðingar, um tú alla tíðina skalt seta teg inn í, skilja og validera kenslurnar hjá børnum. Kanska kann pendlið sveiggja so ógvisliga, at vit missa tamarhaldið á familjuni, tí børn hava brúk fyri, at onkur er tryggur leiðari í familjuni, setir mørk og skapar karmar. Men enn er eingin brúkilig gransking, sum hevur kannað leiklutin hjá foreldrum, hvørt tey eru ov eftirgevandi og verjandi, sigur Severinsen.

– Heldur hinvegin vita vit, at nógv stuðlar uppundir, at foreldur hava eitt tættari og heitari samband við børnini enn tey høvdu fyrr, sigur sálarfrøðingurin.

Í stóru norsku kanningini frá 2023, har ungfólk í Noregi eru spurd, siga 86 prosent av ungfólkunum, at tey eru nøgd við foreldur síni. Kanningin vísir, at foreldur eru meiri saman við børnum sínum í dag samanborið við fyrr, hóast tey arbeiða meiri í dag enn fyrr. Dustsúgvingin kann bíða, er reglan.

Ein onnur kanning frá felagsskapinum Voksen for barn vísir, at 87 prosent av foreldrunum siga, at børnini eru rættiliga opin yvir fyri teimum, tá ið talan er um kenslur sum gleði, sorg og stúran. 82 prosent svaraðu, at tey seta børnum strang og týðilig mørk.

Tann besti foreldrastílurin

Tonje Holt er granskari við Fólkainstituttið (FHI). 

– Granskingin sigur greitt, at børn hjá foreldrum, sum eru meiri autoritativ, altso bæði heit og stuðlandi, men eisini týðilig vaksin, trívast best og hava bestu sálarheilsuna, sigur familjugranskarin, og fleiri kanningar staðfesta hetta.

– Og vit duga eisini betur at vera foreldur í dag, hóast tað ikki er lætt at finna gransking, sum samanber akkurát hetta yvir tíð. Men tvær kanningar eru, sum vísa á hetta, sigur Holt.

Autoriter foreldur ikki vælumtókt

Ein svensk kanning vísir á munandi broytingar, sum eru farnar fram seinastu hálvu øldina. Børn, fødd í 1958, 1981 og 2011, svaraðu spurningum um uppalingina, sum tey hava fingið. Svarini vístu eina sera stóra minking, tá ið talan er um foreldur, ið eru kontrollerandi og autoriter. Børn sleppa í støðugt størri mun at vísa sínar kenslur, eisini negativar, yvir fyri foreldrum sínum. Haraftrat er foreldraleikluturin broyttur frá at vera ein strangur pápi og ein umsorganarfull mamma til tvey foreldur, sum eru saman um ábyrgdina og avgerðirnar. Broytingarnar eru í høvuðsheitum farnar fram millum 1981 og 2011. 

– Tað, at tað er størri javnstøða í foreldraskapinum í dag, og at pápar eru meiri við í lívinum hjá børnum sínum, er positivt samfelagsrák og nakað, sum skapar robust børn, sigur Holt.

Í eini aðrari kanning, frá Spania, samanbera granskarar svar frá vaksnum børnum, foreldrum teirra og ommum og abbum. Kanningin vísti greitt, at tann autoritativi stílurin – tað er tann heiti, men týðiligi – er vorðin vanligari upp ígjøgnum ættarliðini.

Granskarar hava sæð, at autoriterur foreldrastílur – kensluliga kaldur og kontrollerandi – var settur í samband við vánaliga heilsu hjá børnunum. Tann eftirgevandi stílurin, fjálgi og fá mørk, hevur ofta við sær blandað úrslit í ymiskum kanningum. Í sponsku kanningini vísti tann eftirgevandi stílurin seg at vera líka góður ella betri samanborið við tann autoritativa. 

Angist arvað

Men fara foreldur í dag ov langt, tá ið talan er um at skilja børn og skapa gott samband, at blanda seg upp í og verja tey?

– Eg havi ikki eitt greitt svar. Í dag arbeiða foreldrini meiri úti samanborið við fyrr, tá ið mamman ofta var heima; so spurningurin er, í hvussu stóran mun tað ber til at vera upp í lívinum hjá børnum. Tá ið talan er um at vilja verja børnini ella verja tey ov nógv, er ofta talan um genetikk. Tað kann vera úrslit av, at mann er bangin og stúrin, og tá er tað ikki so løgið, um børnini eisini gerast stúrin. Tað kann vera, at angist arvast, sigur Holt. 

Granskingin í, hvussu tú ert sum foreldur, hevur eisini hugt nærri at genetikki. Við at kanna nærri tvíburar hava granskarar sæð, at mátin, sum foreldur møta kenslunum hjá børnum sínum, er 30 prosent avgjørdur av genetikki – tað er arvað í ílegunum. Hesi úrslitini eru enn ikki almannakunngjørd.

Opinleiki førir til robust børn

Tað er nógv positivt at siga um foreldur, sum involvera seg í lívið hjá børnum sínum. At børn í dag í nógv størri mun eru við at gera ymiskt av, er gott, heldur Holt, men børn eiga kortini ikki at hava ábyrgdina av avgerðum men heldur at sleppa at ávirka avgerðir.

– Tað er eisini meiri opinleiki, tá ið talan er um, at børn sjálv gera av ymiskt, sum hevur týdning fyri tey. Hesin opinleikin skapar robust børn. Eg haldi, at tað er ein fyrimunur í dag, at foreldur kenna síni børn betur enn tey gjørdu áður, og tað gera tey, tí tað er størri opinleiki, sigur Holt.

Holt arbeiðir fyri tað mesta við børnum, sum sosialt eru illa fyri, og við børnum, hvørs familjur hava avbjóðingar av ymsum slag. 

– Tey flestu foreldrini í Noregi í dag hava góðan foreldrastíl. Eg eri meiri stúrin fyri teimum, sum ikki eru har fyri børn síni.

Strongd hongur saman við einum ávísum foreldrastíli

Eisini Severinsen stúrir mest fyri familjunum, sum eru ringast fyri.

– Vit verða bumbarderað við ørgrynnu av ráðum, og vit verða strongd og eru undir trýsti at verða tey fullkomnu foreldrini. Eg haldi, at hetta gongur mest út yvir foreldur, sum hava ringastu korini.

Granskingin í foreldrum vísir harumframt, at strongd er tongd at vánaligum foreldrastíli.

– Vit síggja ein samanhang millum foreldur, sum siga, at tey eru strongd av at vera foreldur og foreldrastílinum, sum vit hugsa er negativur: avvísing, kaos og tvingsul, sigur Egil Nygaard, professari, við Aftenposten.

Tillagað seg barnið

Harumframt eru børn ymisk, og tað ávirkar aftur foreldrastílin.

– Summi børn eru fødd við temperamenti, sum ger, at tey ikki lata seg lættliga ávirkað, meðan onnur børn eru meiri viðkvom og sárbar, sigur Severinsen. 

– Foreldraskapur er ógvuliga kompleksur og ein tilgongd, sum kann vera trupul at fáa eina heildarmynd av. Um vit hyggja at tí eitt sindur uttanífrá, so er tað eitt vit vita fyri vist, og tað er, at tann autoriteri foreldrastílurin við lítlum kærleika og nógvum kontrolli ikki er góður fyri børn. Burtur sæð frá tí mugu foreldur tillaga seg barnið, og tað gera flestu foreldur. Foreldur í dag hava størri møguleika at tillaga seg og gera klók val.

Kelda: forskning.no

Mynd: iStock


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni