Tíðindi

Hesin aldursbólkurin dugir best at hugsavna seg

Evnini at hugsavna seg eru ikki liðug ment, fyrr enn tú ert 25 ár, men tey eru allarbest seinni enn tað.

16.06.2023

– At hugsavna seg snýr seg um at gera sær greitt, hvat hevur týdning her og nú og at halda fokus. Hesi evnini eru í ennisblaðnum, sum er fremsti parturin av stórheilanum. Hetta er nakað av tí síðsta, sum verður liðugt ment, tí tað er so kompliserað.

Soleiðis sigur Lin Sørensen, sálarfrøðingur og professari við Universitetið í Bergen í Noregi.

Best um 40 ár

Í kanningum hevur tað víst seg, at vaksin klára at hugsavna seg í miðal í umleið fimm tímar. Ungfólk yngri enn 18 ár klára tað í umleið ein tíma.

Fyri børn í barnaskúlaaldri er miðal enntá lægri, men sjálvandi er stórur munur frá barni til barn.

– Men tað hevur týdning at minnast til, at tað at hugsavna seg er treytað av, hvat slag av uppgávu talan er um. Tølini kunnu tí vera hægri enn kanningarnar vísa, sigur Sørensen.

Kontrollfunksjónirnar í heilanum, sum stýra hugsavningini, eru ikki liðugment, fyrr enn tú ert umleið 25 ár.

– Hugsavningin er allarbest, tá ið tú ert fyrst í 40-unum. Tað er tann aldursbólkurin, sum klárar at hugsavna seg longst at gera eina uppgávu, sigur Sørensen.

Eftir tað vendir tað, og tú verður stigvíst verri fyri at hugsavna teg.

– Men tað er orsøk at halda, at lívsroyndir, sum tú hevur fingið, kompensera fyri verri hugsavnan, tá ið tú verður eldri. Tú verður eitt nú meiri effektivur og dugir betur at velja tað út, sum hevur týdning, sigur Sørensen.

Sálarsjúka kann hava týdning

Sambært Sørensen kunnu nógvar orsøkir vera til, at nógv hava ilt við at hugsavna seg.

– Summi eru rætt og slætt fødd við vánaligum kontrollfunksjónum, soleiðis at tað er ringt hjá teimum at stýra hugsavnanini. Vit vita eitt nú, at tað er galdandi fyri tey, sum hava ADHD. Tey kunnu hugsavna seg í nógvar tímar, um tað er okkurt, sum tey tíma, men tey hava stórar trupulleikar við at stýra hugsavnanini, sigur hon.

Eisini sálarsjúka, so sum angist ella tunglyndi, kunnu ávirka evnini at hugsavna seg.

– Um tú til dømis hevur angist, er nógv av hugsavnanini rættað ímóti tí, tú ert bangin fyri. Tá er tað ringt at hugsavna seg, um tað verður væntað nógv av tær til arbeiðis ella í skúla. Vit vita eisini, at trupulleikar við at hugsavna seg í sjálvum sær kunnu gera teg viðkvæmari, eitt nú at fáa sálarsjúkur, sigur Sørensen.

Telefonin hevur ikki skylduna

Nógv halda, at atgongdin til snildfon, internet og sosialar miðlar kann virka órógvandi, tá ið fólk skulu hugsavna seg. Men Sørensen heldur ikki, at tøkniliga kollveltingin hevur gjørt tað verri at hugsavna seg.

– Tað er einki nýtt í tí, at vit verða burturhugað frá uppgávum, sum eru beint fyri nøsini á okkum. Men snildfonirnar gera helst, at vit fáa meiri freistandi stimuli rundan um okkum. Tá hava vit brúk fyri háttum at kunna stýra okkum sjálvum, sigur hon.

Hon samanber tað við at hava hug at eta sjokulátu, hóast vit vita, at tað er ikki sunt fyri okkum.

– Tað er tann sama mekanisman, sum ger seg galdandi á Instagram ella spølum, sum tá ið vit eta okkurt søtt. Men tey allar flestu megna at hava tamarhald á tí.

Sørensen heldur, at tað er ein stór forðing, at nógv seta ov høg krøv til sín sjálvs. Hon sigur, at tað er skilagott at læra seg sjálvan at kenna, soleiðis at væntanirnar, ein hevur, eru realistiskar. Tá ið tú kennir tínar styrkir og veikleikar, kanst tú hugsa steðgir og fjølbroytni inn í arbeiðið, sum krevur hugsavnan.

– Tá fara tey flestu at siga, at tað er lættari at sleppa undan prokrastinering. Fyri tey, sum halda tað vera ringt at slaka krøvini, vita vit, at tað kann hjálpa við nøkrum teknikkum, eitt nú teknikkir, sum eyðkenna mindfullness, sigur hon.

At prokrastinera merkir at útseta okkurt, tú ætlar at gera, framum tað, sum knappliga kemjur upp og er stuttligari at gera, hóast tú veitst, at útsetingin hevur negativar avleiðingar.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni