Tíðindi
11.03.2017
Á aðalfundinum 25. mars 2017, sum verður í Skúlanum við Løgmannabreyt, er formansval og nevndarval á skránni. Freistin at stilla upp var úti kl. 10.00 í morgun.
Til formann stendur Herálvur Jacobsen fyri vali, hann stillar uppaftur. Onki annað formansvalevni er uppstillað, og Herálvur verður tí valdur uttan atkvøðugreiðslu.
Til nevndina standa Maria V. Hansen, sum er kassameistari í nevndini, og Jákup av Skarði, sum er næstformaður, fyri vali. Maria V. Hansen, sum hevur sitið í nevndini síðan 2007, stillar ikki uppaftur. Tey, sum stilla upp til nevndarvalið, eru Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, Jona Højsted, lærari á Skúlatrøð í Klaksvík, Rani Skaalum, lærari í Skúlanum á Løgmannabreyt í Hoyvík, og Carl Eli Samuelsen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.