Tíðindi

Heita á skúlar at gera royndir við støði í koronaskúlanum

- Tað er hugsandi, at vit fara at heita á skúlar at gera nakrar royndar- og menningarverkætlanir við støði í tí, sum koronaskúlin var, og so fáa teir eina játtan til ymsar verkætlanir í eini 1-2 ár. Tað verður spennandi at vita, hvat kemur burturúr.

16.03.2021

Soleiðis sigur Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum, í samrøðu í seinasta Skúlablaði. Royndirnar, skúlaverkið hevur gjørt sær av koronaskúlanum, fara at verða eftirmettar, og tað er í hesum sambandi, at Undirvísingarstýrið kundi hugsað sær royndar- og menningarverkætlanir.

Í samrøðuni vísir Hjalmar Hansen á royndir, skúlar hava gjørt sær.

- Vit hava eitt nú hoyrt fleiri dømi um næmingar, sum vanliga hava ilt við at møta í skúla, sum hava fingið undirvísing í koronaskúlanum, og tað er positivt. Vit hava eisini hoyrt dømi um næmingar, sum hava ilt við at gera vart við seg í skúlastovuni, sum í koronaskúlanum fingu eina rødd, tí teir høvdu møguleika at skriva ella kjatta í undirvísingarstøðuni. Tað er væl hugsandi, at vit fara at síggja meiri av bólkaarbeiði, sum fer fram á netinum. Eini onnur viðurskifti, sum koronaskúlin eisini hevur víst okkum, er, at skúlum ikki longur nýtist at avlýsa undirvísing vegna vánaligt veður. Skúlar kunnu leggja um til fjarundirvísing eftir ongari løtu, tí tað hava teir megnað áður.

Hjalmar Hansen er ivaleysur í, at koronaskúlin hevur skundað undir eina menning og latið upp fyri nøkrum møguleikum, sum vit ikki hava troytt so nógv áður.

Hetta skúlaárið eru royndar- og menningarverkætlanirnar í fólkaskúlanum 25 í tali, og tær fevna breitt. Seks verkætlanir eru um at styrkja kreativu og handaligu lærugreinirnar, fimm eru um at styrkja talgildu førleikarnar, fimm eru um at styrkja trivnaðin millum næmingar og steðga happing, ein er um skúlanoktan, fýra eru um felags ráðlegging og lærarasamstarv og so eru fimm aðrar um ymisk evni. Tað er vanliga skúlin, sum sjálvur tekur stigið til ávísu verkætlanina; leiðarin ella lærarar í skúlanum skriva eina umsókn, har verkætlanin verður lýst, og Undirvísingarstýrið metir um umsóknina. Áður var tað Mentamálaráðið. Umsóknirnar, sum verða játtaðar, kunnu fevna um meiri enn eitt skúlaár, men vanliga skulu skúlarnir kortini søkja av nýggjum á hvørjum ári eftir tímum til somu verkætlan.

Les alla samrøðuna við Hjalmar Hansen í Skúlablað nr 1, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni