Tíðindi
31.05.2017
Skal náttúra og tøkni niður í fyrsta flokk flokk, sum rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, hevur skotið upp, so kundi ein tími verið tikin frá føroyskum, sum fyri nøkrum árum síðan fekk fleiri tímar. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum; hann hevur í 16 ár undirvíst í náttúru og tøkni, heimstaðarlæru, alis- og evnafrøði, lívfrøði og landafrøði.
- Mær dámar væl heimstaðarlæru sum lærugrein, tí heimstaðarlæra er at fáast við tað, sum er rundan um okkum. Møguliga átti henda lærugreinin at verið útbygd við ymsum út náttúru og tøkni, um hon fekk ein tíma afturat. Næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki eru ógvuliga spentir at gera kanningar, royndir og venjingar; hesin spenningurin dalar nakað, tá ið teir koma í miðdeild. Miðdeildin er eitt ódyrkað lendi, har kunnu vit vinna øgiliga nógv, um vit leggja ein góðan botn.
Jacob Eli S. Olsen heldur ikki, at heimstaðarlæra skal víkja fyri náttúru og tøkni. Hann vísir á, at undirvísingin í heimstaðarlæru er ymisk í og við, at tað eru so fáir lærarar við náttúruvísindi sum linjulærugrein, ið undirvísa í heimstaðarlæru.
- Í nógvum skúlum er lærarin í heimstaðarlæru ein lærari, sum ikki hevur náttúruvísingaliga lærugrein sum linjulærugrein. Lærarin kann velja, hvat hann leggur dent á í heimstaðarlæru; lærarin, sum hevur náttúruvísindi sum linjulærugrein, leggur ivaleyst dent á eitthvørt, sum hevur við náttúruvísindi at gera, meðan lærarin, sum ikki hevur náttúruvísindi sum lærugrein leggur dent á okkurt annað. Námsætlanin í heimstaðarlæru er hugsað at vera grundin undir náttúru og tøkni. Tað sýnist, sum tað, sum í námsætlanunum eitur støðisførleikar, ikki rættiliga er komið ígjøgnum hjá nógvum lærarum. Har hevði tilfarið kunnað verið ein hjálp, men tað er tað ikki, tí í tilfarinum, sum er tøkt á føroyskum, vantar, at tað verður greitt frá, hvat endamálið er við ymsu royndunum, sum lærarin skal gera við næmingum sínum; hetta er serliga galdandi fyri Alis- og evnafrøði bøkurnar til 7.-9. flokk. Næmingarnir eiga at fáa at vita, hvat endamálið er við at gera hesa og hasa royndina, undirvísingin má onkursvegna verða skipað soleiðis, at hon gevur meining fyri næmingin. Skuldi tað hent, at náttúra og tøkni kom í innskúlingini, má tilfar verða framleitt, ið eggjar lærarum at gera kanningar við næmingunum og at fara út í náttúruna við næmingunum. Hetta seinna treytar í nógvum førum eisini dupultlæraraskipan.
Summum lærarum dámar væl at fara út í náttúruna við næmingum sínum, tá ið til dømis heimstaðarlæra ella náttúra og tøkni er á skránni; aðrir eru minni hugaðir fyri tí. Verkligi parturin hevur stóran týdning, og næmingunum dámar hann væl, men tímatalvan er ein forðing fyri, at hetta kann lata seg gera, heldur Jacob Eli S. Olsen.
- Tað krevur nógv av læraranum at fara út við næmingunum; viðkomandi skal hava áhuga í hesum og tíma tað væl, tað krevur ofta nógva tíð; skalt tú til dømis velta við næmingunum ella fara á flot við teimum, so ber illa til at gera hetta innan ávísa klokkutíð; tað er harmiligt, at tímatalvan er forðingin fyri, at lærarin kann gera undirvísingina spennandi, fara út við teimum og so framvegis. Í heimstaðarlæru og náttúru og tøkni eru upp í 26 børn og ein lærari. Tað er ein forðing at fara út. Uppskot er at seta loft á náttúru og tøkni, so at ein lærari mest kann hava t.d. 12 næmingar.
At tímatalvan er so fastløgd og stirvin er ikki gott fyri læringina hjá næmingunum, serliga í úti- og kanningararbeiði, heldur Jacob Eli S. Olsen.
- Høvdu vit kunnað brotið tímatalvuna upp, til dømis í tíðarskeið, hevði tað avgjørt gagnað næmingunum og læringini. Lærarin fær nógv betur arbeitt við einum evni saman við næmingunum og farið í dýpdina við tí. Eftir mínum tykki er tað sera umráðandi, at næmingarnir hava lærarar, sum tíma hetta at gera royndir, at vera verkligir og so framvegis, tí tað kveikir áhugan fyri evninum, teir arbeiða við.
Mynd: Ólavur Frederiksen