Tíðindi
18.04.2017
Heim & Skúli tørvar fólk, sum vilja taka eitt tørn í nevndini. Í viðtøkunum stendur: "Skúlastýrislimir, sum eru foreldraumboð, hava valrætt og valbæri sum einstaklingar."
Fýra av fimm verandi nevndarlimum eru ikki longri foreldraumboð í skúlastýrum og kunnu tí ikki stilla uppaftur.
Felagið heitir tí á øll skúlastýri í landinum um at umhugsa, at ein úr teirra skúlastýri stillar upp.
- Vit halda tað vera sera týdningarmikið fyri røddina hjá felagnum, at umboð eru úr øllum landinum, gjarna eisini frá bæði størri og smærri skúlum. Vit, sum sita í nevndini nú, eru sjálvandi tøk at leggja lag á, til nýggja nevndin hevur fingið stundir at seta seg inn í arbeiðið, sigur felagið í dag.
Eru tit áhugað í at hoyra meira um arbeiðið hjá felagnum og um arbeiðsbyrðu hjá nevndini, kunnu tit skriva boð ttil ein av nevndarlimunum ella senda ein teldupost til heimogskuli@gmail.com
Árligi aðalfundurin hjá Heimi & Skúla verður 22. apríl kl. 13 til 15. Fundurin verður í Skúlanum á Argjahamri.
Heimasíðan hjá Heimi & Skúla er www.heimogskuli.fo
Mynd: Annika Sølvará hevur verið forkvinna í Heimi & Skúla síðstu árini.