Tíðindi
29.03.2016
Fundurin byrjar við tveimum framløgum til íblásturs.
Magni á Lakjuni, formaður fyri skúlastýrið fyri Eysturskúlan, fer at leggja fram úrslit av kanning av internetnýtsluni hjá næmingum skúlans, sum skúlastýrið hevur fingið gjørt.
Dagbjartur Debes, lærari á Námsvísindadeildini, fer at hava framløgu við heitinum “Eftirmetingar í føroyska fólkaskúlanum”.
Hvør framløga tekur á leið 15 minuttir umframt spurningar og kjak. Síðani verður ein stuttur steðgur við kaffi, te og onkrum afturvið.
Aðalfundur
Aftaná verður aðalfundurin við skrá sambært lógini:
1. Val av fundarstjóra
2. Val av fundarskrivara
3. Kanna um fundurin er lógliga fráboðaður
4. Ásetan av fundarskrá
5. Ársfrágreiðing
6. Framløga av ársroknskapi til góðkenningar
7. Áseting av limagjaldi (GG – verður ikki aktuelt)
8. Framtíðar mál hjá felagnum
9. Uppskot til samtyktar
Her er eitt mál á skránni: Nevndin leggjur fram uppskot til viðtøkubroytingar. Munurin er serliga í grein 6, har ásetingar um limaskap og limagjald eru munandi broyttar. Samsvarandi eru broytingar gjørdar í føstu skránni fyri aðalfundin. Uppskotið er sent skúlastýrislimum við telduposti 16.3.
10. Val av nevnd
11. Ymist