Tíðindi

Heim og Skúli hevur aðalfund 2. apríl

Nevndin í felagnum hevur gjørt av, at ársaðalfundurin skal vera 2. apríl kl. 13 í Havn. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

04.03.2016

Av tí, at vit síðan aðalfundin seinast hava staðfest, at tað ikki ber til at krevja limagjald frá skúlastýrunum, er neyðugt við viðtøkubroytingum. Uppskot verður sent skúlastýrunum við telduposti.

Nakrir nevndarlimir stilla ikki uppaftur, so tørvur er á nýggjum fólki. Lat okkum frætta, um tað er onkur, sum hevur hug at bjóða seg fram ella sum ynskir at hoyra, hvussu nevndin hevur arbeitt seinasta skeiðið.

Umframt sjálvan aðalfundin er ætlanin at hava onkra framløgu og upplegg til kjak.

Skúlastýrisvalið nærkast

Í heyst verður val til skúlastýrini, samstundis sum tað verður kommunuval. Nevndin heldur, at vit í felag eiga at seta fokus á leiklutin og uppgávurnar hjá skúlastýrunum og ta ábyrgd og ávirkan, sum foreldur kunna hava har.

Vit halda, at felagið tíðliga í heyst eigur at skipa fyri fundi, har tey, sum eru áhugað í at stilla upp, kunnu fáa kunning um royndir hjá skúlastýrislimum og um uppgávurnar sum heild.

Vit hava nýliga heitt á Mentamálaráðið um at fáa gjørt greitt kunningartilfar um, hvørjar uppgávurnar og skyldurnar hjá skúlastýrunum eru. Vit kundu hugsað okkum, at umboð fyri Mentamálaráðið kom við á fundin í heyst at tosa um hetta.

Tað stendur onkuntíð á at fáa nóg mikið av fólki at stilla upp til val. Vit vilja við hesum heita á sitandi skúlastýri um at kunna foreldur í økinum um, at val nærkast, og at skipa fyri kjaki og fundum fyri at kveikja áhugan hjá fólki at bjóða seg fram.

Mynd: Annika Sølvará er forkvinna í Heimi og Skúla


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni