Tíðindi
10.01.2023
Tað, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum viðvíkjandi fólkaskúlanum, er væl í samsvari við tað arbeiðið, sum Foreldrafelagið Heim og skúli er partur av í sambandi við, at fólkaskúlalógin verður endurskoðað. Undanfarni landsstýrismaður við skúlamálum setti eina nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina, og formaðurin í Foreldrafelagnum er við í tí arbeiðinum, eins og allir politisku flokkarnir eru við í einum fylgibólki. Tí kemur tað ikki óvart á formannin í Foreldrafelagnum Heim og skúli, at nógv av tí, sum hevur verið viðgjørt í arbeiðsbólkinum, er tikið við í samgonguskjalið.
- Í samgonguskjalinum verða økini ikki nágreinað og lýst út í æsir, hvat ætlanin er at gera, men tey verða nevnd yvirskipað, og tað er gott. Eitt nú verður sagt í samgonguskjalinum, at javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru. Skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin. Hetta passar sera væl til tað, sum arbeiðsbólkurin arbeiðir við. Á valfundinum um fólkaskúlanum, sum Lærarafelagið, Námsvísindadeildin og Heim og skúli tóku stig til beint fyri valið, hoyrdu vit, at politikarar stórt sæð vóru samdir um alt, sum eigur at verða gjørt, burtur sæð frá onkrum minni øki. Tí eru góðar vónir um, at tað fer at bera til at fáa semju um ymsu málini, sigur Janus Vang.
Formaðurin í Foreldrafelagnum Heimi og skúla heldur, at tað, sum hevur størst týdning, er, at samgongan ikki bara hevur valt at taka tað, sum er bíligast at fremja í verki, við í samgonguskjalið.
- Sagt verður eitt nú, at skúladagurin skal gerast styttri, og tað fer at gera skúlan bíligari, men samstundis verður sagt, at flokkarnir skulu minkast, og flokslærarin skal hava hægri raðfesting, og tað fer at dýrka skúlan. Sumt fer at gera skúlan bíligari og sumt dýrari, tað vita vit. Tað hevur týdning, at tað, sum verður niðurfelt um fólkaskúlan, ikki hevur til endamáls at gera skúlan bíligari sum heild. Vit eru onga løtu í iva um, at tað er neyðugt at gera íløgur í skúlan, men tað stendur ikki í samgonguskjalinum. Tað kann hugsast, at tað kemur fram seinni. Okkurt av tí, sum stendur í samgonguskjalinum, røkkur inn í kommunukassarnar, til dømis at flokkarnir skulu gerast minni, tí tað fer at gera, at summir skúlar kunnu fáa tørv á fleiri hølum til undirvísing.
Her kanst tú lesa, hvat samgongan vil á fólkaskúlaøkinum:
http://skulabladid.fo/hetta-vil-samgongan-á-fólkaskúlaøkinum