Tíðindi
02.09.2022
Á skránni á aðalfundinum er ársfrágreiðing frá foreldrafelagnum. Tað verður Janus Vang, formaður, sum leggur hana fram. Síðan er val av nevnd og eftir tað ábit.
Eftir aðalfundarskránna fer Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, at greiða frá arbeiðinum at endurskoða fólkaskúlalógina, og hann fer eisini at tosa um støðuna í fólkaskúlanum. Síðan fer Bjørg Dam, forkvinna í ADHD-felagnum, at tosa um arbeiðið at gera eina virkisætlan fyri børn, foreldur og skúlar fyri og eftir at hava fingið eina diagnosu.
Aðalfundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestara bryggju í Havn. Øll eru vælkomin.
Á myndini Janus Vang, formaður í felagnum.