Tíðindi
30.12.2015
Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av dagstovnalógini og varðar av málsligu menningini á dagstovninum. Fyri einum ári síðan legði Rigmor Dam sum tingkvinna fram uppskot fyri tingið, har hon mælti til m.a., at heildarætlan verður gjørd um málsligu menningina hjá børnum, og at henda ætlan hevur bæði kostnaðar- og tíðarætlan, so børn um alt landið fáa dygdargóða málsliga menning. Í sama uppskoti mælti hon til, at frágreiðing verður gjørd við tilmælum um tiltøk, ið kunnu stimbra málsligu menningina hjá børnum. Nú situr Rigmor Dam sum landsstýriskvinna við ábyrgdini fyri málsligu menningini bæði á dagstovna- og fólkaskúlaøkinum. Hvat hevur hon í umbúna at gera?
- Vit hava sett í samgonguskjalið, at vit raðfesta málsligu menningina hjá børnum á dagstovnaøkinum, og at meiri tíð verður til málsliga menning. Tað er sjálvsagt, at vit hava nøkur stevnumið viðvíkjandi málsligu menningini á dagstovnaøkinum. Eitt tað fyrsta málið, eg skrivaði undir sum landsstýriskvinna, var at seta í verk námsfrøðilig stevnumið fyri dagstovnaøkið, sigur Rigmor Dam.
Gott málsligt kjølfesti hongur neyvt saman við fólkaræði, førleikanum at taka lut í samfelagnum, at vera virkin almenningur og okkara útbúgvingarstigi, vísir landsstýriskvinnan á, og vísir eitt nú til álitið Málmørk, sum hevði ein frálíkan kapittul um málsliga menning hjá børnum.
- Okkara børn eiga áhaldandi at verða stimbrað málsliga frá tí, tey eru smábørn. Eg haldi, at tað hevði verið áhugavert, um vit frá politiskari síðu gjørdu eina ætlan, har vit greitt seta upp, hvørji átøk vit vilja seta í verk, tá ið talan er um málsligu menningina hjá okkara børnum. Tað ber ikki til at fremja alt í verki alt fyri eitt, men vit kundu havt nøkur hugskot um átøk, og sjálvsagt eigur peningur at verða settur av til endamálið. Sum land og fólk hava vit eina uppgávu; vit hava eitt lítið mál, og vit eru fáment; í mínum hugaheimi er hetta meiri ein spurningur um okkara samleika sum einstaklingar, ein málsligan førning, sum kann vera bulurin undir okkara menning sum menniskju, heldur enn at vera ein spurningur um tjóðskap. Sum í øllum øðrum viðurskiftum verður hetta ein spurningur um pengar og raðfesting, men í mínum hugaheimi er hetta ómetaliga týdningarmikið. At varpa ljós á eitt øki sum málsliga menning og gera tað um alt landið, haldi eg er ógvuliga spennandi og hugaligt. Kjakið, vit høvdu í fjør um málsliga menning, vísti, at hetta er neyðugt, sigur Rigmor Dam, sum eisini hevur í hyggju at fyrireika eitt landsumfatandi lesiátak, sum skal fáa føroyingar at lesa meira, bæði fyri at styrkja málsliga samleikan, men eisini fyri at styrkja fólkaræðið við tað, sum jú er treytað av einum upplýstum og lærdum fólki.
- Í løtuni kanni eg, hvussu slík átøk hava verið løgd til rættis í hinum Norðurlondunum, so hetta fara tit at hoyra meira um heilt skjótt, lovar landsstýriskvinnan.
Lesið samrøðu við landsstýriskvinnuna í Skúlablaði nr. 6, 2015.