Tíðindi

Hava kanska verið ov inkluderandi

Føroyski fólkaskúlin hevur helst verið tann mest inkluderandi fólkaskúlin í Norðurlondum, og møguliga hava vit verið ov inkluderandi, tí í øllum førum vita vit, at tað enn eru nøkur, sum detta niðurímillum, og tað eiga vit ikki at góðtaka. Tað sigur Jan Christiansen, skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

02.10.2023

- Í grannalondum okkara royndu tey at skifta sertilboðini og serskúlarnar út við tann inkluderandi skúlan, og eg haldi, vit kunnu siga, at tað var ikki nóg væl fyrireikað og spældi fallitt. Nú gera tey aftur broytingar, og enn royna vit at inkludera sum frægast, men kanska onkuntíð ov nógv.

- Hetta sæst aftur í summum næmingum, sum koma úr øðrum skúlum og byrja í Skúlanum á Trøðni. Frá at hava mistrivist bæði sosialt og fakliga byrja teir her í nýggjum umhvørvi, og við tíðini fara teir at blóma. Teir fara at kenna seg tryggar og byrja at læra.

Øll menniskju uppliva, at tað ikki gongur eftir vild. Vanliga reisa vit okkum aftur, men fleiri næmingar, sum í dag sita í fólkaskúlanum, kenna skúladagarnar at vera ov krevjandi. Tað megnar eingin, tí tá kemur strongdin sníkjandi, vil Jan Christiansen vera við.

- Nøkur sita við kensluni av ikki at megna skúladagin og mugu tó halda fram. Vandin er tá, at tey finna ein máta at vera í støðuni, sum kann vera at órógva, sita og tekna ella bara stara inn í ein vegg. Um tey tá fáa frið og ikki verða møtt, er hetta heilt einfalt bara ein reaktión upp á umhvørvið.

- Eg haldi, at tað er rætt at inkludera, men tað er eingin sum følir seg so nógv øðrvísi ella uttan fyri felagsskapin sum tann, sum ikki er ein partur av honum. Tú kanst hava ein bólk, har øll uttan ein kenna seg væl. Tað sær gott út, og eingin sær tann eina, sum bara letur sum einki og ger alt fyri, at eingin leggur tað til merkis. Øll vilja jú fegin vera partur av einum felagsskapi, men tey halda bara fram við at mistrívast.

Jan Christiansen sigur víðari, at sum barn hugsar tú ikki um fleiri ella aðrar møguleikar, og tí eru tað vit vaksnu, sum mugu hugsa um aðrar møguleikar. Í barnaverðini hevur tú ongan annan møguleika. Tað er hetta ella einki.

Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2023

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni